Tekst
Video
Spil og leg
Konkurrence
Lydindspilning
Opgave
Faglitteratur
Lærervejledning

Glemt password?

 

Læringsmål

{{learningObjectiv.description}}

Opgaven er nu afleveret

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentar

Opgaver

{{assignment.Comment}}

Sátt (Læraravegleiðing)

Klassetrin: 4.-6. klasse Tema: Forsoning Type: Lærervejledning Fag: Dansk

INNLEIÐSLA

Sátt er um at fyrigeva, semjast og endurskapa. Tað kann snúgva seg um at góðtaka eina trupla lívsstøðu, gera okkurt gott aftur eftir at hava gjørt nakað skeivt, ella endurskapa eitt vinarlag og góð viðurskifti við ein annan persón eftir ósemjur. Sátt er ein persónlig menning við at góðtaka og fáa tamarhaldið aftur, sum ofta kann hava eina broyting við sær og eina kenslu av vón. Sátt hendir bæði innan í menniskjanum og í samspæli við onnur menniskju.

 

Evnið Sátt setir sjóneykuna á ymisk sløg av sátt og letur upp fyri einum samskifti í flokkinum um ymiskar lívsstøður og ósemjur - og hvussu tær kunnu taklast. Evnið hevur frálærutilfar á skandinavisku málunum donskum, norskum og svenskum.

 

ÆTLAN

Ætlanin við evninum Sátt er at næmingarnir fáa kunning um ymsar kenslur og royndir, sum hava við familjuviðurskifti, broytingar í lívsstøðum og samleika at gera. Næmingarnir fáa møguleika at kjakast um hvussu vit reagera, um einsemi, dirvi, ósemjur, fyrigeving og vón sæð frá sjónarhorninum hjá einum barni. Tilfarið kann eisini brúkast til at sammeta persónarnir í filmunum og brúka tað til at práta um felags royndir og siðvenjur í Norðurlondum.

 

Næmingarnir møta her skandinavisku málunum donskum, norskum og svenskum í talaðum formi, og eisini er møguleiki at uppliva finnlandssvenska málførið. Í síni heild vil hetta evnið styrkja fatanina hjá næmingunum av donskum, norskum og svenskum, og víðka um teirra fatan av sáttargerð í ymsum lívsstøðum.

 

BYGNAÐUR

Sátt er fýra stuttfilmar, ein danskur, ein norskur, ein svenskur og ein finnlandssvenskur. Hvør filmur vísir hvør sín vinkul av evninum sátt, men neyðugt er ikki at arbeiða við øllum filmunum. Sum lærari kanst tú velja hvør vinkul hevur størsta týdning fyri tín flokk.

 

 

Skyggeboxer (22min):

  • Høvuðspersónurin í Skyggeboxer, gentan Luna, verður noydd at góðtaka eina trupla støðu, tá mamma hennara verður bundin at koyristóli eftir ein nevaleik. Luna ger alt fyri at mamman skal varðveita sín stríðsvilja og fyri sjálv at góðtaka nýggju lívsstøðu sína. Filmurin endar við, at mamman og gentan sáttast við støðuna og ein nýggj vón fyri framtíðina hómast.

Umframt sátt snýr filmurin seg eisini um avbjóðingar og stríð. Er áhugi fyri hesum, kunnu vit viðmæla evnið 'Avbjóðingar og stríð’ fyri 4-6. flokk.

 

 

Dans på tunn is (30min):

  • Ungi drongurin Felix má vera eftir hjá pápabeiggjanum, tá foreldrini gera av at fara út at ferðast í jólaferiuni. Pápabeiggin er stóri ís-kongurin og setir Felix til arbeiðis við at selja ís í eini stongdari svimjihøll - einsamallur og ússaligur tekur Felix avbjóðingina upp, men fær skjótt møguleika at síggja sína lívsstøðu frá øðrum sjónarhorni. Filmurin endar við, at foreldrini koma aftur, og Felix hevur funnið sátt, bæði við sína lívsstøðu og síni foreldur.

Umframt sátt snýr filmurin seg eisini um avbjóðingar og stríð. Er áhugi fyri hesum, kunnu vit viðmæla evnið 'Avbjóðingar og stríð’ fyri 4-6. flokk.

 

 

Alt brenner (18min):

  • 12 ára gamla Anna verður forelskað í fimm ár eldra Aaron. Ógvusligu kenslurnar, av kærleika og øvundsjúku, fær hana til at uppføra seg øðrvísi, og hetta førir til ósemju millum persónarnar. Móti endanum av filminum koma tey aftur til sættis við at góðtaka og fyrigeva. Filmurin snýr seg um kynslív og kenslulív, og vit viðmæla at hesin verður brúktur til tey eldru børnini.

Vilja tit arbeiða víðari við fyrsta kærleikanum, mæla vit til evnið  ’Kærleiki og vinalag’ fyri 4-6. flokk.

 

 

Jag vill nå dig (15min):

  • Systkini Jennie og Elin enda í eini knípu, tá foreldrini skulu ígjøgnum ein truplan hjúnarskilnað. Foreldrini taka ikki longur ábyrgdina av sínum børnum, men systkini verða noydd at taka sær av sær sjálvum. Foreldrini finna ikki sátt í hesum filminum, men systkini finna styrki sínámillum, og skapa eina kenslu av tamarhaldi yvir nýggju lívsstøðuni.

Vilja tit arbeiða víðari við familjuviðurskiftum, kunnu vit viðmæla evnið ’Familja’ fyri 4-6. flokk.

 

 

ARBEIÐSUPPGÁVUR OG LJÓÐORÐABÓK

Alt tilfarið hevur tilhoyrandi arbeiðsuppgávur, sum bæði leggja upp til sjálvstøðugt arbeiði og bólkaarbeiði. Arbeiðsuppgávurnar snúgva seg um mál, mentan og vanligar allýsingaruppgávur.

 

Í tekstunum er ein innfeld  ljóðorðabók sum næmingarnir kunnu brúka um teimum lystir. Við at trýsta á orðið, sum stendur í appelsingulum, letist ein kassi upp, har ein kann hoyra orðið og síggja týðingina á bókmáli, donskum, nýnorskum og svenskum.

Login for at se mere

Udgiver: Norden i Skolan

Produceret i år: 2019

Tak til: NoJSe