Tekst
Video
Spil og leg
Konkurrence
Lydindspilning
Opgave
Faglitteratur
Lærervejledning

Glemt password?

 

Læringsmål

{{learningObjectiv.description}}

Opgaven er nu afleveret

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentar

Opgaver

{{assignment.Comment}}

Um NoJSe filmfestivalin

Miðlan og lýsing av norðurlendskum filmum og mentan fyri børn og ung tvørtur um landamørk.

NoJSe – stytting fyri Nordic Junior Sessions – er ein norðurlendsk verkætlan og pallur fyri samskifti um, og miðling av norðurlendskum filmum og miðlainnihaldi fyri børn og ung, tvørtur um londini. NoJSe vil kanna hyggjaran, fara í samskifti við vinnuna og kanna og deila vitan.

 

Innihald í høgari dygd

Miðlan til hyggjaran - bæði fyri at læra og undirhalda - við dygd í hásæti, er grundarsteinurin í  Nordic Junior Sessions. NoJSe kemur á hvørjum ári við eini nýggjari stuttfilmsskrá (10 ár+) við norrønum stuttfilmum við viðkomandi innihaldi, ið eru gjørdir av fólki við filmslistarligum gávum, ið vilja siga frá viðkomandi søgum fyri børnum og ungum. Filmarnir ferðast runt til fleiri festivalar, og verða móti ársenda lagdir úr á frálærupallin Norden i Skolen har teir kunnu síggjast ókeypis. Her verða filmarnir ein partur av einum størri filmssavni, har endamálið er at styrkja mál- og mentanarfrálæruna fyri lærarar og næmingar í øllum Norðurlondum.

 

Nordic Junior Sessions vil koma í samskifti við vinnuna og við nýggj talent, og virka sum eggjandi íblástur fyri framhaldandi framleiðslu av norðurlendskum filmum og miðlatilfari til børn og ung. NoJSe ger hetta við eini røð av kjaktiltøkum og ráðstevnum - tær sonevndu Nordic Junior Sessions – á øllum festivalum, ið arbeitt verður saman við, í 2019 og 2020. Fyrstu tiltøkini verða BUFF í mars og BUSTER í september.

 

Les meira á www.nojse.org

Login for at se mere

Billeder

NoJSe.png