Tekst
Video
Spil og leg
Konkurrence
Lydindspilning
Opgave
Faglitteratur
Lærervejledning

Glemt password?

 

Læringsmål

{{learningObjectiv.description}}

Opgaven er nu afleveret

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentar

Opgaver

{{assignment.Comment}}

Avbjóðingar og stríð (læraravegleiðing)

INNLEIÐSLA 
Evnið Avbjóðingar og stríð viðger ymisk stríð og tvístøður. Hvussu vinnur ein á gerandisavbjóðingunum tá tær koma? Hvat er ein superhetja/gerandishetja? Og hvørjar avleiðingar kann skrøgg og fjas hava við sær tá ein fjøður knappliga er vorðin til fimm høsn?

 

Avbjóðingar og stríð er eitt bland av stuttleika og álvara. Tilfarið gevur eitt gott útgangsstøði fyri práti um, hvussu slatur gerst til happing og bara veksur seg størri, djóraetikk, persónligar avbjóðingar og tað at gera dreymar til veruleika hóast onnur ikki trúgva, at tað er gjørligt.

 

ENDAMÁL 
Endamálið við evninum Avbjóðingar og stríð er at geva næmingunum kunnleika til ymisk stríð á lívsleiðini, og læra tey um útlitini til at vinna á teimum. Næmingarnir fáa møguleika til at hugsavna seg um stríðini hjá høvuðspersónunum, og siga hvat tey vildu havt gjørt í teirra støðu.

 

Í evninum koma næmingarnir í samband við grannamálini danskt, norskt og svenskt umframt finskt og íslendskt. Uppgávurnar, sum eru við, leggja upp til at arbeiða við bæði máli og innihaldi. Evnið roynir í síni heild at styrkja grannamáls- og mentanarfatanina hjá næmingunum.

 

BYGNAÐUR 
Í evninum Avbjóðingar og stríð eru fýra stuttfilmar, tvey stuttsøgubrot og eitt ævintýr. Ikki er neyðugt at arbeiða við øllum tilfarinum í evninum. Norden i Skolen mælir til tvær leiðir (mátar at gjøgnumganga tilfarið): «Stríðið» og «Avbjóðingin». Sum lærari kanst tú velja aðra av leiðunum ella velja frítt í øllum tilfarinum, alt eftir tørvinum hjá tínum flokki.

 

Leið 1: 'Stríðið'

  • Vel finska filmin «Muutto», íslendska filmin «Danskeppnin» og norska filmin «Nemesis». Tilfarið viðgerð persónar, sum standa í ymsum persónligum stríðum, so sum at byrja í nýggjum flokki ella skula vera við í eini dansikapping. Tilhoyrandi uppgávurnar leggja upp til eitt kjak um norðurlendsku málini, stríð og hvat ein superhetja er.

 

Leið 2: ’Avbjóðingin’

  • Vel danska ævintýrið «Det er ganske vist», nýnorska tekstin «Eit eksperiment» og og norska stuttfilmin «Hjemmekamp». Tilfarið og tilhoyrandi uppgávurnar leggja upp til eitt kjak um slatur, djóraetikk og ta - fyri nógv - stóru avbjóðingina at koma upp um morgunin tá vekjaraklokkan ringir. Tekstirnir her, ið bæði eru á eldri donskum, bókmáli og nýnorskum, gera tað møguligt at brúka ferðsluljós-royndina, ið vísir á málsligu menningina og vísir á munir og líkheitir í málunum.

 

 

UPPGÁVUR OG LJÓÐORÐABÓK 
Afturat tilfarinum er ein uppgáva, sum bæði leggur upp til sjálvstøðugt arbeiði og bólkaarbeiði. Í uppgávunum verður denturin lagdur á mál, mentan og vanligar greiningaruppgávur.

 

Í tekstunum liggur ein orðabók, sum næmingarnir kunnu velja at brúka. Við at trýsta á orðini, ið eru appelsingul, letur ein kassi seg upp har til ber at hoyra orðini og síggja týðingarnar á bókmáli, donskum, nýnorskum og svenskum.

 

Login for at se mere

Udgiver: Norden i Skolen

Pædagogisk konsulent: Stefan Åge Hardonk Nielsen

Udgivet: 2018