Tekst
Video
Spil og leg
Konkurrence
Lydindspilning
Opgave
Lærervejledning

Glemt password?

Læringsmål

{{learningObjectiv.description}}

Opgaven er nu afleveret

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentar

Opgaver

{{assignment.Comment}}

Norðurlendskt ID (læraravegleiðing)

Klassetrin: 7.-10. klasse Fag: Dansk Tema: Nordisk ID Type: Lærervejledning

INNLEIÐSLA 

Evnið Norðurlendskt ID setir sjóneykað á norðurlendskan samleika. Hvat vil tað siga at vera norðurlendskur? Finst ein felags norðurlendskur samleiki? Er norðurlendskur samleiki og tjóðarsamleiki bara tvær síður av sama máli?

 

Norðurlendskt ID hevur eitt gott bland at romantiskum tjóðsangum, stuttfilmum við sjálvspeisamari frástøðu til tjóðarsamleika og tekstir, ið taka upp tvístøður um tað at eyðmerkja seg við fleiri tjóðskapum. Í einum heimi við flóttafólkastreymum frá krígsherjaðum økjum og einum Evropa, har fólkið vaggar millum fullveldishug og evropeiskan felagsskap, er evnið serliga aktuelt. Norðurlendskt ID býður til at grunda yvir norrøna dna'ið. 

 

 

ENDAMÁL 

Endamálið við evninum Norðurlendskt ID er, at næmingarnir fáa kunning um ymsar áskoðanir og sjónarmið til hugtakið tjóðskaparligur samleiki. Næmingarnir verða eggjaðir til at hugleiða yvir og kjakast um, hvat vit kunnu vera felags um sum menniskju, hóast vit eru ymisk. Í evninum er frálærutilfar á øllum norrønu málunum, og næmingarnir læra grannamálini at kenna bæði í skrivt og talu. Evnið vil í síni heild vera við til at styrkja grannamálsfatanina hjá næmingunum og víðka teirra norrønu mentanarfatan.

 

 

BYGNAÐUR 

Í Norðurlendskt ID eru tekstir (yrkingar, raptekstir, sálmar, poppsangir, tjóðsangir, stuttsøgur, skaldsøgubrot) filmar/stuttfilmar (dokumentar, fiktión, fakta) og sjónbandaløg. Ikki er neyðugt at arbeiða við øllum tilfarinum í hesum evninum. Norden i Skolen mælir til tríggjar ymsar leiðir; Tann tjóðskaparliga, Tann fjølmentanarliga og Tann nýtulkandi, ið hava hvør sín vinkul til samleikaevnið. Tú kanst sum lærari velja eina av hesum leiðunum, ella velja sum tær lystir í tilfarinum, alt eftir hvat hevur týdning fyri tín flokk.

  

Leið 1: ’Tann tjóðskaparliga’ 

  • Vel tveir til tríggjar norðurlendskar tjóðsangir umframt yrkingina ’Jeg er en skandinav’ hjá H. C. Andersen og tekstin frá sjónbandalagnum ’Mítt land’ hjá Eyðuni Nolsøe. Atknýttu uppgávurnar taka støði í hvussu tjóðskaparromantikkin sær tjóðskap og samleika, og peikar fram móti nútíðar fatanini av tjóðskaparsamleika. Harafturat er upplagt at taka filmin frá norden.org, ’Det nordiska perspektivet’, við til sammetingar.  

 

Leið 2: ’Tann fjølmentanarliga’ 

  • Vel stuttfilmarnar ’Half&Half’ og ’Barn af Irak’ og tekstin ’Svenhammeds journaler’, sum allir vísa á tvístøðuna og avbjóðingina av at standa millum tvær mentanir. Atknýttu uppgávurnar lata upp fyri at tosa um samleika og felagsskap. Um tíð er, kunnu tey tjóðskaparromantisku dømini eisini takast við.

 

Leið 3: ’Tann nýtulkandi’ 

  • Vel danska sjónbandalagið ’Find mig her’ við Per Vers, føroysku yrkingina ’Í mínum landi’ hjá Jóanes Nielsen og norska stuttfilmin ’Ja, vi elsker’. Í øllum førum er talan um eina speiska tilgongd til tað tjóðskaparromantiska. Í atknýttu uppgávunum kunnu næmingarnir greina, hvussu hugsanin um ein tjóðskaparligan samleika kann takast við í eina politiska ætlan. Henda leiðin kann knýtast at leið 1, um stundir eru til tess. 

  

 

UPPGÁVUR OG LJÓÐORÐABÓK

At tilfarinum eru knýttar fýra sløg av uppgávum, sum kunnu síggjast sum vegleiðandi sundurbýti:

 

  • Mál og mentanarfatan (Fokus á málið og mentanina)
  • Inn í tekstin (Upplýsingarpartur)
  • Niður í tekstin (Greiningarpartur)
  • Út úr tekstinum (Perspektiveringspartur)

 

Í tekstinum liggur ein innbygd ljóðorðabók, har næmingarnir kunnu velja at gera brúk av hjálpini. Við at trýsta á orðini, sum eru appelsinlitt, verður ein kassi latin upp, har ein kann hoyra orðið og síggja týðingarnar á donskum, svenskum, bókmáli og nýnorskum.

Login for at se mere

Pædagogisk konsulent: Stefan Åge Hardonk Nielsen

Udgiver: Norden i Skolen

Udgivet: 2018