Eyðun Nolsøe
{{learningObjectiv.description}}
{{assignment.Comment}}
Verkætlanin ’Vit eru Útnorður’ vendir sær til børn og ung í 7.-10. flokki í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, og setur fokus samleikan í Útnorði. Hvat merkir tað at vera úr Útnorði? Finst ein felags útnorðurlendskur samleiki, og er hann kanska ólíkur felagsskapskensluni, sum ein kann hava mótvegis hinum Norðurlondunum? Eru útnorðurlendskur samleiki og tjóðarsamleiki bert tvær síður av somu søk? Og hvussu er við persónliga samleikanum – er pláss fyri honum?
Ígjøgnum verkætlanina koma næmingarnir at fáast við ymisk sjónarmið og ymiskar tilgongdir til hugtakið samleiki. Ígjøgnum útvald útnorðurlendsk verk (partur 1) koma næmingarnir at arbeiða við og hugleiða um Útnorður og seg sjálvan sum part av einum mentanarligum felagsskapi. Hetta arbeiðið skapar grundarlagið til part 2, har næmingarnir framleiða sínar egnu stuttfilmar, sum verða lagdir á felags síðuna á Norden i Skolen, har næmingar tvørtur um landamørk fáa atgongd til filmarnar hjá hvørjum øðrum. Á Útnorðurdegnum tann 23. september verður eitt útnorðurlendskt skúlakjatt (partur 3) fyri føroyskar, íslendskar og grønlendskar flokkar, har næmingar fáa høvi at hitta hvønn annan tvørtur um útnorðurlendsku landamørkini.
Í verkætlanini ’Vit eru Útnorður’ koma næmingarnir at møta føroyskum, íslendskum og grønlendskum/donskum í bæði talu og skrift. Í síni heild fer verkætlanin at styrkja kunnleikan hjá næmingunum til mál í Útnorði og at víðka um teirra (út)norðurlendsku mentanarfatan.
Partur 1: Útnorðurlendsk verk (uml. 4-6 undirvísingartímar)
Fyri at skapa eitt grundarlag til kjak um útnorðurlendskan samleika, líkheitir og munir eru fylgjandi útnorðurlendsku verk útvald, sum tit koma at arbeiða við:
Tosið saman í flokkinum, um verkini úr grannalondunum vildu verið tey somu ella vildu farið fram á sama hátt, um tey vóru skapt ella høvdu gingið fyri seg í tykkara landi.
Partur 2: Filmframleiðsla: ”Mítt norðurland” (uml. 6 undirvísingartímar)
Nú er tíðin komin at gera egnar næmingafilmar. Filmarnir kunnu vera upp til 1 minutt til longdar, og niðanfyristandandi krøv viðvíkjandi innihaldi og skapi mugu fylgjast. At enda skal filmurin leggjast á síðuna Norden i skolen, har hann saman við hinum filmunum kemur at vera við til at geva eina spennandi og livandi mynd av Útnorði og teimum mongu hugsanum, kenslum og hugskotum, sum finnast á hesum breiddarstigum. Tað er faktiskt heilt einfalt – vís okkum eitt lítið petti av tínum norðurlandi!
Soleiðis gert tú:
Við filminum skalt tú vísa á og greiða frá einum staði, har tú býrt ella ert, sum tú heldur er serstakt. Hvat er hetta fyri eitt stað, og hví hevur tað nakað serligt at týða fyri júst teg? Staðið kann vera so nógv. Tað kann vera einfaldi grasbletturin, har tú fekst fyrst kossin, ella vakra náttúran, sum bergtekur teg, hvørja ferð tú ert eitt ávíst stað. Tað kann vera tónleikarúmið í skúlanum, tí tú elskar at spæla gittar, ella fótbóltsfelagið, har tú heldur teg í form og styrkir tíni vinarbond, ella kanska tað er loyndarliga staðið aftan fyri skúrin, har tú venur at standa á einum beini! Faktiskt kann tað vera vindeygakarmurin í tínum kamari, har kaktusin, sum tú hevur havt, síðani tú vart lítil, enn grør, ella sjóvarmálin, har tú stúrir fyri plastdálking. Tað týdningarmikla er, at staðið hevur ein serligan týdning fyri teg – óansæð um tað er tengt at gleði, sorg, stuttleika, álvara, frælsi, ella øðrum, og óansæð um tað er stórt ella lítið.
Innihaldskrøv:
Tín filmur eigur at innihalda fylgjandi (les tó ikki spurningarnar upp í filminum, og minst til at tosa á føroyskum):
Góð ráð og krøv viðvíkjandi skapi:
Tá tit eru liðug við filmarnar, leggja tit teir á Norden i Skolen. Her kunnu tit síðani fara inn og hyggja at øllum hinum filmunum. Hvørjar líkheitir og munir munnu finnast í Útnorði?
Partur 3: Luttak í útnorðurlendskum skúlakjatti á Útnorðurdegnum (1 undirvísingartími)
Á 15. oktober verður útnorðurlendskt skúlakjatt fyri næmingum í 7.-10. flokki (= 8.-10. flokki í Íslandi). Í skúlakjattinum møta tit javnaldrar frá hinum báðum londunum og fáa møguleikan at skapa tykkara egnu royndir við ’Útnorði’.
Útnorðurlendska skúlakjattið verður mest møguligt á skandinaviskum (danskt, norskt ella svenskt). Allir 7.-10. flokkar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum kunnu luttaka – eisini teir, sum ikki hava luttikið í parti 1 og 2 av verkætlanini.
Meldið tykkum til (út)norðurlendskt skúlakjatt her, og fyrireikið tykkum til Spyrjitíman her