Tekst
Video
Spil og leg
Konkurrence
Lydindspilning
Opgave
Faglitteratur
Lærervejledning

Glemt password?

 

Læringsmål

{{learningObjectiv.description}}

Opgaven er nu afleveret

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentar

Opgaver

{{assignment.Comment}}

Læraravegleiðing - Deyðin í bókmentunum

Innleiðsla

Henda tilgongdin fevnir um eitt av afturvendandi og eksistentiellu evnunum í bókmentunum, nevniliga deyðan. Av tí at hetta eyðvitað er eitt umfatandi evni, er tað eyðsæð, at henda tilgongd verður eitt meira ella minni tilvildarligt úrval av tekstum, ið kunnu skerast ella útbyggjast eftir tørvi. 

 

Endamál

Tilgongdin er løgd til rættis við einum ynski um at geva eina innleiðslu til ymsar háttir at lýsa deyðan í bókmentunum, soleiðis at gongdin gevur næmingunum innlit í, hvussu evnið verður lýst bæði í bundnum skaldskapi (lýrikki), stuttsøgum, skaldsøgum og yrkisprosa. Samstundis verður roynt at hava eina søguliga spjaðing í úrvalinum, ið er frá byrjanini av 1800-talinum og fram til í dag. Roynt hevur verið at finna tilfar, ið fevnir um nýggjari, realistiskar bókmentir, ið eru lætt atgeingiligar hjá næmingunum, samstundis sum komið verður inn á nakrar meira ella minni viðurkendar rithøvundar úr bókmentasøguni.


Bygnaður

Dentur verður lagdur á deyðan sum uppliving í einum norðurlendskum almannahøpi, men tilgongdin kann eisini hava minnilutaáskoðanir ella taka útgangsstøði t.d. í gandakendari suðuramerikanskari realismu, postkolonialum bókmentum ella bókmentum um forfylging, eitt nú minnisbókmentir um Annan Heimsbardaga. Møguleiki er eisini at brúka krígsbókmentir, sum í sær sjálvum er eitt stórt evni, og sum ikki eru við her, antin saman við t.d. ekspressionismu og krígsskaldskap frá Fyrra Heimsbardaga. Høvuðsdenturin er bókmentaligur, men við í tilgongdini er bæði ein stuttfilmur og eitt sindur av miðla- og diskursgreining, og um tað verður ynskt, kunnu hesir partar víðkast, so at denturin millum bókmentir, mál og miðlar verður nøktandi.

Tilfarsuppskotini til einstøku partarnar eru ríkilig, um ein ímyndar sær, at ein partur (eitt modul) skal vera í 90 minuttir. Ætlanin herundir skal fatast soleiðis, at ein antin kann velja millum evnini, ið verða skotin upp ella víðka ætlanina við fleiri pørtum (modulum). Ein ætlan er fyri hvørt modul, ið kann brúkast eftir vild; tankin er, at tað er ein máti at gera tað ítøkiligt, hvussu lív kann fáast í evnið í frálærusamanhangi.



PDF hendingarætlan

Login for at se mere

Udgiver: Norden i Skolen

Udgivet: 2021

Pædagogisk konsulent: Anne Sofie Skemt Hjuler