Teksti
Video
Pelit ja leikit
Kilpailu
Äänitallenne
Tehtävä
Tietokirjallisuus
Opettajan ohje

Unohtunut salasana?

 

Oppimistavoite

{{learningObjectiv.description}}

Tehtävä on nyt palautettu

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentti

Tehtävät

{{assignment.Comment}}

SKAM (læraravegleiðing)

Luokka-aste: 7.-10. luokka Aine: Suomi Teema: SKAM Tyyppi: Opettajan ohje

Endamál (til læraran):

Norska ungdómsrøðin SKAM er ein gáva til undirvísingina í grannamálum í øllum Norðurlondum. SKAM hevur gjørt norskt mál kult millum norðurlendskan ungdóm, og hevur styrkt kensluna av at vera partur í einum størri norrønum mál- og mentanarfelagsskapi. SKAM tekur upp sonn og viðkomandi evni, sum norðurlendsk ung kenna seg aftur í. 

 

Heitið SKAM sipar til ta skommina, nógv ung kenna við ikki at vera perfekt og kunna liva upp til egna fullkomna fyrimynd. Julie Andem, leikstjóri og leikritahøvundur, hevur skapt eina røð, har ung kunnu spegla sær í leiklutum, ið ikki eru fullkomnir, og har tey ungu hjálpast at við at tora at halda fast um tað, tey eru, og tað tey meina. SKAM varð sent á NRK frá 2015-2017. Málbólkurin var upprunaliga 16 ára gamlar gentur, men sendirøðin hevur rakt nógv breiðari, og hevur nú ein stóran fjepparaskara í øllum Norðurlondum.

 

Mennesker trenger mennesker” er eitt kent sitat úr SKAM, ið lýsir høvuðsboðskapin í sendirøðini um, at tað, vit øll hava tørv á, er at vera partur av einum felagsskapi. Tey ungu í SKAM leita sær styrki í vinaløgunum, og tey stuðla hvørjum øðrum í at vera tey sjálvi. “Kvart et menneske er en øy” er er eitt annað sitat, ið fortelur, at vit menniskju eru eins og oyggjar, ið einans kunnu samskifta umvegis málið. Vit mugu tosa saman um okkara trupulleikar. Tað læra leiklutirnir í SKAM okkum.

 

 

Soleiðis er tilfarið bygt upp

Talan er um gongdir við klippum frá øllum fýra árunum hjá sendirøðini, ið vísa á serstakar spurdómar. Hvørt framleiðsluár hevur ein høvuðsleikara, sum á umsan hátt stríðist við at finna seg sjálvan. Eva í fyrsta árgangi stríðist við at gerast meira sjálvstøðugur einstaklingur við egnum meiningum. Noora í øðrum árgangi er tann sjálvvissi modernaði feministurin við høgum stavnhaldi, ið stríðist við at tora at geva seg. Isak í triðja árgangi stríðist við at viðganga sín samkyndleika. Sana í fjórða árgangi stríðist við at sameina sína muslimsku trúgv við tað at vera ein ung norsk genta.

 

Hvør gongd er bygd upp av fýra pørtum:

  • Mál: Lærumálini venda sær beinleiðis til næmingin. Miðla í stuttum, hvat tað er, næmingarnir kunnu læra í partinum.
  • ÁðrennHer verður lagt upp til virksemi, ið brynjar næmingarnar til betri at skilja tekstin, áðrenn tey fara at hyggja ella lesa.
  • MeðanHer eru næmingauppgávurnar, ið venda sær beinleiðis til innihaldið í tekstinum ella formin (filmskut, skrivaður tekstur ella myndir).
  • Eftir: Her eru uppgávurnar, sum geva tekstinum dýbd samanborið við aðrar tekstir, umheimin ella egna lívið hjá teimum ungu.

 

Til ber at arbeiða við einstøku pørtunum í tilvildarligari raðfylgju, og tað er ongin treyt at hava sæð alla sendirøðina.

 

 

Til grannamálsundirvísingina 

Øll filmskut eru við norskum undirtekstum. Norsku undirtekstirnir kunnu veljast ella fráveljast í avspælaranum:

 

undefined

 

 

Allar samrøðurnar í SKAM kunnu lesast sum tekstur á heimasíðuni hjá NRK, og fleiri av brotunum eru við í SKAM-gongdunum her. Skriftmálið er ofta lættari at halda fast við, enn tað óstøðuga talumálið. Tekst-samrøðurnar eru ein góður stuðul til málfatanina, tí tær geva næmingunum møguleika fyri at fara í dýbdina við grannamálinum og samstundis fáa stuðul til at skilja mynstrini í teirra egna máli. Til ber eisini at síggja partar av samrøðunum sum tekstur og myndir frá samskiftinum hjá persónunum á Messenger, ið er heintað frá SKAM-blogginum og av heimasíðuni hjá NRK. Vel tekstbrot og lat næmingarnar leita eftir líkheitum og munum í orðarøðum (syntaks), orðum (leksis) og stavseting (ortografi). 

 undefined 

 

Um málið í SKAM 

Á norskum verður dentur lagdur á ljóðrætta staving heldur enn at hyggja at etymologiini - altso, hvaðani orðið stavar. Kugle á donskum kemur frá týska kugel, og tí stava danir orðið framvegis við 'g', hóast tað ikki hoyrist. Norðmenn stava orðið kule, ið er ljóðrætt stavseting. Har danir hava mong lániorð úr enskum, hava norðmenn sínar egnu týðingar. Orðið ‘at streame’ á donskum eitur t.d. ‘å strømme’ á norskum. Norskt hevur, eins og svenskt, hørð hjáljóð í nógvum førum, har donsku hjáljóðini eru bleyt. Tað sæst í orðum sum kake/kaka (norskt/svenskt), sum á norskum og svenskum hava eitt hart 'k' meðan tað á donskum verður skrivað kage - altso við tí bleytara hjáljóðinum 'g'. Har danir einans hava dupult hjáljóð í miðjum orði, skriva norðmenn, sviar og føroyingar gjarna dupult hjáljóð í endanum av orðinum, t.d. takk.

 

Persónarnir í SKAM hava eitt fleirrasu ungdómsmál við slang, ið blandar saman norskt, enskt og arabiskt. Ensk heiti verða oftani gjørd norsk, t.d. sigur Noora við William, at hon «trenger litt space» og dreingirni í The Penetrators verða róptir føkkboy, har norsk og ensk stavseting verður blandað. Eins og í bæði Svøríki og Danmark, taka norðmenn eisini ensk orð til sín, sum tey benda eftir egnum stavireglum. T.d. verður «to hook up» til «å hooke», sum ofta verður brúkt tá persónarnir hava inniliga samveru uttan at tað tó nýtist at vera nakað seksuelt. Hóast sendirøðin gongur fyri seg á Hartvig Nissens skúla, har børn frá vælbjargaðu miðalstættini í Oslo ganga, er mál teirra ávirkað av gøtumálinum í býarpørtum við stórum tali av tilflytarum. Mál teirra ungu í SKAM verður ofta í spølni kallað «kebabnorsk». Tað er ein sokallað multietnolekt, ið verður ment av fólkum við ymsari málsligum grundarlagi. Talan er um eina norska dialekt, íblandað fremmandamál so sum arabiskt, panjabi og urdu. Multietnolektir verður brúkt av teimum, sum vilja – eisini  etnisk norskum ungdómi. Líknandi framberingar finnast í grannamálinum, har tey minni politiskt korrektu heitini «perkerdansk» og «blattesvenska» verða brúkt. Í sendirøðini brúka tilflytarar eins væl og etniskir norðmenn t.d. arabisk heiti so sum lø, ið merkir nakað tað sama sum pínligur ella tápuligur.

Kirjaudu sisään lukemaan lisää

Kustantaja: Norden i Skolen

Opetuskonsultti : Trine Ferdinand og Dorte Haraldsted