Teksti
Video
Pelit ja leikit
Kilpailu
Äänitallenne
Tehtävä
Tietokirjallisuus
Opettajan ohje

Unohtunut salasana?

 

Oppimistavoite

{{learningObjectiv.description}}

Tehtävä on nyt palautettu

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentti

Tehtävät

{{assignment.Comment}}

Norðurlendsk mál í almennari málfatan

Innleiðsla

Hetta evnið snýr seg um at geva næmingunum eina yvirskipaða fatan av, hvussu norrønu málini hava ment seg, og eina fatan av mununum millum grannamálini danskt, norskt og svenskt.

Herundir er uppskot til hvussu ein kann fyrireika eitt modul á 90 minuttir, har byrjað verður við at tosa eitt sindur um tey indoevropeisku málini og slektskapin teirra millum, innan farið verður inn á søguna hjá teimum norðurlendsku málunum. Modulið byrjar við eini innleiðslu hjá læraranum. Síðan skulu næmingarnir, bæði við induktivum og deduktivum gongdum royna at orða reglur fyri hvussu munur hoyrist á grannamálum. Í øðrum parti verður tað munnliga vant, við denti á ljóðnum í grannamálunum.

 

Uppgáva næmingsins undan tímanum

Næmingarnir lesa stuttar innleiðandi tekstir um grannamálini á Norden i skolen. Tekstirnir síggjast her: Um dansktUm norsktUm svenskt. 

 

Fyrireiking lærarans undan tímanum  

Lærarin fyrireikar eina framløgu, ið tekur støði í málsøguligu tíðarlinjuni. Tað kann vera á talvuni, á glæru ella beinleiðis frá Norden i skolen-síðuni. 

Harumframt fyrireikar lærarin ítrivið "Finn munir á grannamálum" og "Tosa grannamál við Google". 

 

Ætlan fyri modulinum

Uml. 20 minuttir: Lærarin greiðir frá mál-ættartrænum og málsøguligu tíðarlinjuni fyri norrønu málini (ella partar av teimum).

Uml. 40 minuttir: Finn munir á grannamálum

Uml. 30 minuttir: Tosa grannamál við Google

 

 

Kirjaudu sisään lukemaan lisää

Kustantaja: Norden i Skolen

Julkaistu: 2021

Opetuskonsultti : Anne Sofie Skemt Hjuler