Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Norðurlond í akrýl

norden i akvarell.jpg

Lýsing


Við litum og skapi bjóðar ítrivið 'Norðurlond í akrýl' á listarliga kanningarferð í nærumhvørvinum. Næmingarnir skulu við akrýlmáling og litsettum pappírsklippum vísa týdningarmiklar lutir í teirra lívi. Hvør næmingur evnar eitt sjálvstøðugt verk, ið verður sett saman til eitt stórt listaverk.

 

'Norðurlond í akrýl' er er eitt væl egnað ítriv til vinaflokkasamstarv, ið gevur næminginum ein møguleika at síggja og skilja seg sjálvan í mun til onnur javngomul í Norðurlondum.

 

Ítriv

 

Einsæris:

  • Far út og hygg gjølla rundan um teg. Finn ein lit, sum tú heldur hava størst týdning fyri landslagið júst nú. Brúka í mesta lagið 5 minuttir til hetta.
  • Ger teg til reiðar at mála í akrýl tann litin, tú hevur funnið uttanfyri + umframt aðrar møguligar litir.
  • Ger eitt mynstur á eitt stórt A3-karduspappír
  • Lat myndina turka og tak eitt hvítt A3-karduspappír. 
  • Á pappírið skalt tú tekna 10 tey mest týdningarmiklu tingini í lívi tínum. Hesi skulu vera millum 3 og 7 sentimetrar til støddar. 
  • Lita tekningarnar, og tekna tær upp við svartari tussj.
  • Tingini verða klipt út og savnað í ein bunka.

 

Í felag:

  • Lærarin savnar allar akrýlmyndirnar til eina stóra mynd. Her skal støða takast til, hvørji verk hóska saman, og hvussu tey best skapa eina betriri heild í eini stórari mynd.
  • Tá heildin er funnin, verða allar A3-myndirnar límaðar á eina ál av hyljingarpappi. Brúkið límstift og límið tær saman í teirri raðfylgju, ið er avgjørd. Brúkið alla víddina av hyljingarpappinum.
  • Gerið eina rammu av svørtum gaffateypi á fram- og baksíðuni av stóru myndini. (Hetta styrkir myndina, tá hon skal hangast upp).
  • 4 næmingar taka støðu til, hvussu allar tær smáu tekningarnar skulu leggjast á stóru myndina fyri at skapa eina listarliga heild. Tekningarnar verða límaðar á myndina.
  • Finnið eitt egnað stað á skúlanum, har stóra vakra myndin kann hanga. Brúkið dorg at hanga upp við.
  • Hvørjar tankar vekir listaverkið hjá tær, og hvussu heldur tú, tað verður fatað í øðrum Norðurlondum?

 

Vinaflokka-ítriv

Hjá teimum, ið hava ein vinaflokk, er upplagt at gera 'Norðurlond í akrýl' sum felags ítriv, har tað lidna listaverkið verður sent millum flokkarnar.

  • Hangið listaverkið hjá vinaflokkinum upp í flokshølinum og leggið merki til líkleikar og munir.
  • Hvussu fata tit listaverkið hjá vinaflokkinum?
  • Deilið tykkara upplivingar við vinaflokkinum við at skriva eitt bræv, ella tosið saman á videokjattinum.
Innrita fyri at síggja meira

Tøkk fái: Kom med det gror i Nord

Høvundur: L. Wernblad, B. Aggerbæk, J. Bachmann & B. F. Johannesen

Framleiðsluár: 2019

Námsfrøðiligir ráðgevar: Dorthe Lilli Lambertsen

Endamál

  • At skerpa fatanina hjá næmingunum til teirra egna land í mun til hini Norðurlondini.
  • At styrkja evni næminganna til at skapa eitt talandi mynstur við einfaldum litavali
  • At læra næmingarnar, at teirra lítla mynd kann gerast partur av eini nógv størri heild.
  • At geva næmingunum høvi at taka støðu til, hvat hevur týdning í teirra lívi og hugsavna seg um, hvat hevur týdning fyri onnur norðurlendsk børn..


Fyrireiking

  • Finnið eitt egnað stað til tað lidna listaverkið.
  • Fyrireikað hølið. Hvør næmingur skal hava ávís ting tøk til teirra listaverk. Finn hetta tilfar fram og fyrireika rúmið við at hylja har máling ikki skal sleppa framat.


Evni

  • Eitt svart og eitt hvítt A3-karduspappír til hvønn næming
  • Ein tjúkkan og ein tunnan pensil til hvønn næming
  • Akrýlmáling
  • Saksar
  • Skálir til máling til hvønn næming
  • Hyljing
  • Svintur
  • Blýantar
  • Litblýantar
  • Svartar tunnar tussjir
  • Eitt rull av hyljingarpappi
  • Límstiftir
  • Svart gaffateyp
  • Dorg