Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Snarskriving av sangi

hurtigskrivning.jpg

Lýsing

Næmingar skulu í felag yrkja ein sang, ið lýsir lív teirra í einum norðurlandi. Næmingar og lærari velja í felag evni til sangtekstin, og síðan verður farið undir snarskrivingina. Snarskriving hevur sum endamál at sløkkja fyri yvir-eg'num (hinum innara dómaranum), so orðini sleppa at floyma uttan at vera mett og vigað.

 

Fyrstu skriviuppgávurnar eru einsæris, meðan næmingarnir enda uppgávuna í bólki. Royndin kann enda við at knýta eitt lag til næmingatekstirnar.

 

Ítriv

Snarskriving fer fram á tann hátt, at farið verður í gjøgnum fýra umfør á fimm minuttir. Fyrstu umførini eru einsæris, meðan tær seinastu ganga fyri seg í bólki. 

 

Einsæris:

  • Tekna eina sól við 10 geislum á eitt A4-pappír. Í miðjuni á sólini skrivar tú eitt evni, sum tit í felag skulu semjast um.
  • 1. umfar: Skriva 10 stikkorð til evni fyri hvønn sólargeisla (fimm minuttir).
  • 2. umfar: Skriva 10 setningar, har minst eitt av stikkorðunum verður brúkt (fimm minuttir).

 

Í bólki (í mesta lagið 6 næmingar): 

 

  • 3. umfar: Veljið tveir góðar setningar og skrivið tveir nýggjar setningar niður, ið hava tilknýti til teir valdu setningarnar. Setningarnir skulu ríma (fimm minuttir).
  • 4. umfar: Rættið setningarnar til, so málið gerst greitt og týðuligt (fimm minuttir).

 

Veljið lag

Áðrenn lag verður valt, er neyðugt at tosa um, hvat hugalagið í tekstinum er. Er teksturin sorgarbundin, dapur, hugtungur, myrkur, ljósur, glaður, vreiður, álvarsligur o.s.fr.? Latið lagið undirbyggja tekstin við antin at vera í moll ella dur.

 

Tá tit hava funnið fram til, hvat huglag til ynskja at fáa fram við tykkara teksti, kunnu tit halda fram við lagarbeiðinum. Veljið annan av hesum framgangsháttum:

 

  • A: Veljið ein av sangunum undir evninum Norden synger, og brúkið hann sum fyrimynd til bygnaðin av sanginum. Tillagið tykkara tekst í mun til ørindisføtur og stavilsi, so at tað gerst møguligt at syngja sangin til viðkomandi lag. 
  • B: Gerið tykkara egna lag og lagið tekstin til í mun til ørindisføtur og stavilsi.
Innrita fyri at síggja meira

Tøkk fái: Kom med det gror i Nord

Høvundur: L. Wernblad, B. Aggerbæk, J. Bachmann & B. F. Johannesen

Framleiðsluár: 2019

Námsfrøðiligir ráðgevar: Dorthe Lilli Lambertsen

Endamál

  • At næmingarnir í yrking og tónleiki vísa teirra vitan um Norðurlond og kenslur fyri heimlandi og náttúru
  • At næmingarnir brúka teirra kunnleika til rím og rútmu
  • At næmingarnir lata skapanarevnini floyma


Fyrireiking


Evni

  • Pappír
  • Blýantar
  • Klokku
  • Nótar og sangtekstir. Hesir skulu brúkast, um næmingarnir ynskja at fylgja einum lagi, so tey kunnu telja ørindisføtur. Sí t.d. Norden synger