Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Norrønu feløgini í Norðurlondum

Endamál og hugsjón

Endamálið hjá Norrønu Feløgunum er yvirskipað at styrkja og menna samstarvið millum fólkið í Norðurlondum inneftir og úteftir. Norrønu Feløgini arbeiða sostatt fyri øktum samstarvi tvørtur um norrønu landamørkini við at seta fokus á skúla og útbúgving, samskifti, ungdómsskifti, vinarbýasamstarv, mentan v.m. Hugsjónin er at: "Við kunnleika, vinskapi og samstarvi skulu Norðurlond mennast til møguleikanna landslut".

 

Frá stovnan av norrønu feløgunum og fram til í dag

Norrønu feløgini vórðu sett á stovn í skugganum av fyrra heimsbardaga í teimum trimum norrønu londunum Danmark, Svøríki og Noregi í apríl 1919, og fóru skjótt undir eitt felags samstarv fyri friðarligari samtilveru og felags politiskum málum fyri Norðurlond undir leiðarorðunum kunnleiki gevur vinskap. Stovnararnir vónaðu, at við øktum samstarvi og fatan kundi forðast fyri eini nýggjari krígsmarru. Seinni vórðu eisini skipað norrøn feløg í Finnlandi og Íslandi og síðan í Álandi, Føroyum og Grønlandi. 'Familjan' umfatar eisini ein sjálvstøðugan ungdómsfelagsskap, sum hevur virknar deildir í Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki.


Norrønu feløgini blómaðu upp eftir 2. heimsbardaga, tá áminningin um upprunaliga endamálið aftur varð aktuelt. Tá fór felagsskapurin frá at vera eitt felag fyri tað betra slagið, til at vera ein breiður fólksligur felagsskapur. Tvær ferðir, í 1932 og 1933, hevur felagsskapurin verið í uppskoti til at fáa friðarheiðursløn Nobel's, og spældi hartil eisini ein politiskan leiklut í sambandi við at norrønu stovnarnir, Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið, vórðu settir á stovn, eins og felagið var primus motor í arbeiðinum, sum førdi til norðurlendsku passuniónina, felags arbeiðsmarknaðin, sosialkonvensjónina, málkonvensjónina og tankarnar um ein norðurlendskan felagsmarknað. Tilsaman høvdu feløgini eitt limagrundarlag upp á uml. 72.000 í 2000. Svøríki er størsti felagsskapurin við uml. 29.000 limum, Áland hin minsti við 328. 

Myndir

oona_lohilahti_2.jpg