Um orðabókina
Norðurlendsk pinkuorðabók hjálpir tær at kilja norðurlendsku (skandinavisku) grannamálini. Tú kanst brúka orðabókina í skúlanum, tá ið tú arbeiðir við grannamálum, ella tá ið tú tosar við ella skrivar saman við øðrum
norðurlendingum. Tú kanst leita eftir orðum úr tínum egna máli og síggja, hvussu tey eita á donskum, norskum (bókmáli ella nýnorskum) og svenskum. Tú kanst eisini hoyra, hvussu orðið og frágreiðingin ljóða við at trýsta á
ljóðímyndina.
Orðabókin hevur eitt sindur fleiri enn 3300 leitorð við frágreiðingum á trimum málum, donskum, norskum (bókmáli og nýnorskum) og svenskum. Orðini og frágreiðingarnar eru týdd til grønlendskt, íslendskt, føroyskt, sámiskt og finskt. Tú kanst sostatt leita við orðum úr hesum málum, fáa frágreiðingar um leitorðið á málinum, tú leitar frá, og
síggja, hvussu orðið eitur, hvat tað merkir og hvussu tað ljóðar á donskum, norskum (bókmáli og nýnorskum) og svenskum.
Gjørt orðabókina hava Netverkinum hjá málnevndunum í Norðurlondum.
Tú kanst leita meira á www.islex.dk.