Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Um Norden i Skolen

Ókeypis frálærupallur til øll Norðurlond

Norden i Skolen er ein ókeypis frálærupallur, ið gevur norðurlendskum lærarum og næmingum serstakar møguleikar fyri at arbeiða við fakøkjunum 'Mál og mentan', 'Søga og samfelag' og 'Veðurlag og náttúra' í norðurlendskum høpi. Frálærupallurin vendir sær til fólkaskúlar og miðnámsútbúgvingar, og var í 2011 við til at vinna heiðurin hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum fyri at hava ment eina ætlan, ið styrkir fatanina av grannamálunum danskt, norskt og svenskt hjá børnum og ungum í øllum Norðurlondum. Verkætlanin er non-profit, og fær stuðul frá m.a. Norðurlendsku Málsamskipanini og Norðurlendska Ráðharraráðnum.

 

Øll fakøki á portalinum hava stórt úrval at spennandi frálærutilfari (bókmentaligir tekstir, stuttfilmir, tónleik v.m.) við tilhoyrandi arbeiðsuppgávum, ið stuðla teimum fakligu málunum í teimum norðurlendsku námsætlanunum. Sí yvirlitið yvir frálærutilfarið her og les meira um fakøkini 'Mál og mentan', Søga og samfelag' og 'Veðurlag og náttúra' herundir. Her kanst tú eisini lesa um møguleikarnar fyri at finna og skipa samstarv við ein vinaflokk frá einum øðrum norðurlandi.

 

 

Mál og mentan

Høvuðs fakøki: Málfak (fólkaskúli + miðnám)

 

Tilfarið undir 'Mál & mentan' tekur útgangsstøði í, at grannamálsundirvísingin er annað enn bert siðbundin móðurmálsundirvísing. Uppgávurnar og innihaldið eru ment og samansett við serligum atliti til grannamálsdidaktik, ið m.a. setir talaða málið og lurtifatanina í miðdepilin. Og fyri at læra eitt mál, er ikki nóg mikið bara at læra um tað - tað skal eisini vera møguleiki at brúka tað! Hetta gera vit m.a. á Norden i Skolen umvegis samskiftisamboð, so sum kjatt, videokjatt og ein vegg, ið ger tað møguligt at brúka grannamálini í einum veruligum samanhangi við vinaflokkum.

 

Eitt úrval av bókmentaligum verkum og stuttfilmum úr øllum Norðurlondum skapar eisini spennandi mentanarligar karmar um frálæruna, har næmingar, við at síggja ting úr einum øðrum sjónarhorni og øðrum útgangsstøði - enntá á einum øðrum máli - gerast meira tilvitaðir um sína egnu mál- og mentanarfatan.

 

Les meira um ‘Mál & mentan’ her.

 

 

Søga og samfelag

Høvuðs fakøki: Søga og samfelagsfrøði (í løtuni serliga á miðnámi)

 

Tilfarið undir 'Søga og samfelag' bjóðar frálæru, ið styrkir fatanina av aktuellum evnum, ið hava søguligan og samfelagsligan týdning. Norden i Skolen setir í fyrsta umfari fokus á Arktis og ríkisfelagsskapin millum Danmark, Føroyar og Grønland. Hvat merkir tað t.d., at ísurin bráðnar í Arktis? Hví gevur tað ein tørv á at skilja tað, ið hendir í ríkisfelagsskapinum? Og hvat er munurin á bleytum og hørðum valdi?

Tilfarið um Arktis og ríkisfelagsskapin vendir sær til miðnámsútbúgvingarnar. Norden i Skolen roynir frameftir at menna søgu- og samfelagstilfar til fólkaskúlan eisini.

 

Sí meira um 'Søgu og samfelag' her.

 

 

Veðurlag og náttúra

Høvuðs fakøki: Náttúru- og samfelagsfrøði (í løtuni serliga til fólkaskúlan 7.-10. flokk)


Frálærutilfarið undir 'Veðurlag & náttúra' setir sjóneykað á aktuell tema og evni, so sum burðardyggleiki, orkunýtsla og plast í sjónum. Næmingarnir læra at samstarva við onnur ung í Norðurlondum um at finna buyrðardyggar loysnir, sum virka í gerandisdegnum heilt frá Grønlandi í norði til Finnlands í eystri. Við at arbeiða við tilfarinum nema næmingarnir sær amboð til at fata og taka støðu til alheims veðurlagsavbjóðingarnar og til sjálvi at handfara tær heimligu avbjóðingarnar. Næmingarnir hava eisini møguleika fyri at kanna, hvaðani orkan skal koma í framtíðini og granska í tvístøðuni millum nýmótans livihátt og tilfeingisnýtslu.

 

Finn meira um "Veðurlag og náttúra' her.

 

 

Vinaflokkar

Á Norden i Skolen er møguleiki at finna og samstarva við norðurlendskar vinaflokkar. Samstarvið við javngomul frá einum øðrum norðurlandi gevur undirvísingini nakað heilt nýtt og spennandi. Umframt at vera hugkveikjandi og áskoðanarbirtandi fyri næmingarnar, skapar vinaflokkaskipanin eisini karmar fyri eina frálærutilgongd, ið ger einstaka næmingin til ein viðleikara í egnari tilognan av vitan.  

 

Les meira og finn vinaflokk HER.

 

Les meira um hvørjar møguleikar eru fyri at søkja fíggjarligan stuðul til at menna vinaflokkasamstarvið HER

Myndir

platformb-2.jpg