Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Ver við í Norðurlendska Skúlakjattinum

Norðurlendskt Skúlakjatt er eitt slóðbrótandi snúningskjatt og ein stuttligur máti at hitta aðrar norrønar skúlanæmingar meðan ein roynir sínar kunnleikar í donskum, norskum og svenskum. Skúlakjattið verður hildið á serligum døgum, og hevur fleiri túsund luttakarar, so halt eyga við heimasíðuni og Facebook undan komandi kjattumfari!

 

Snúningskjattið gevur næmingum møguleika at tosa við aðrar næmingar í Norðurlondum í eini tilvildarligari skipan. Á skíggjanum verða tveir kjattgluggar – ein kann síggja seg sjálvan á øðrum og ein tilvildarligan norrønan næming á hinum. Knøtturin <Næsti> kann brúkast nær tað skal vera, fyri at leypa frá einum spontanum fundi til tann næsta. Allir skúlanæmingar í Norðurlondum kunnu vera við, men tað krevst, at ein torir at royna seg á donskum, norskum ella svenskum. Luttøkan er ókeypis!

 

 

TEKNISK KRØV 

Luttøka í kjattinum krevur fylgjandi:

  • Firefox ella Google Chrome verða nýttir sum kagar.
  • Teldur við myndatóli/webcam og mikrofon.
  • Skráset brúkara (ein lærari skrásetir flokk sín, og gevur næmingum sínum eina skrásetingarleinkju).
  • Vit viðmæla næmingum at brúkasmátalarar.
  • Royn um alt riggar á skúlakjattinum í góðari tíð ovast til høgru á hesi síðuni (lokalir verjugarðar v.m. kunnu elva til tekniskar avbjóðingar).
  • Teldlar og snildfonir kunnu tíverri ikki brúkast.

 

GÓÐUR ATBURÐUR; GÓÐAR UPPLIVINGAR

Norðurlendska Skúlakjattið skal skapa góðar upplivingar og vinaløg – ikki tað øvugta. Norden i Skolen setir tí krav um, at øll fara við hvør øðrum við virðing og tosa ordiliga sínámillum. Vit mæla til, at tit í flokkinum tosa saman um góðan atburð á netinum (web-etikk), áðrenn farið verður í gongd við Norðurlendska Skúlakjattið. Tosið t.d. um, at tit ikki bert umboða tykkum sjálvi, tá tit tosa við næmingar úr øðrum Norðurlondum, men at tit eru ambassadørar fyri allan skúlan, býin og landið. 
 
Norðurlendskt Skúlakjatt hevur ikki opið alt samdøgrið, men bert í einum ávísum tíðarskeiði, tá ansað verður eftir ferðsluni. Í útgangsstøði er ongin sensurur, men um óhóskandi atburður verður staðfestur, kann Norden i Skolen beinanvegin steingja fyri tí einstaka. Tað finst eisini ein ”Meldi”-knøttur, ið næmingar kunnu brúka í serligum støðum, um tey uppliva grovan óhóskandi atburð.

 

 

Myndir

image001.gif skolchat-no-da.jpg banner DA.jpg