Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Dagur Jarðarinnar

JD bild.png

Hin 23. mars hátíðarhildu við Norðurlandadagin - 22. april gera vit vart við Dag Jarðarinnar! Veðurlagsspurningurin og at læra um burðardygga menning eru av týdningi allar dagar ársins, men hví ikki taka upp høvið og lata næmingarnar kjakast um veðurlagsspurningar og grunda yvir, hvørja framtíð tey hava saman við javnaldrum úr øllum Norðurlondum? Veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar kenna ofta ikki til landamørk og krevja samstarv og samskifti millum londini. Ein felags norðurlendsk støðutakan í veðurlags- og umhvørvisfrálæruni skapar meirvirði, so tak kjansin at kjatta á Degi Jarðarinnar!

Hvat? Norðurlendskt skúlakjatt - temakjattið Dagur Jarðarinnar
Hvør? Øll Norðurlond. 4.-6. flokk og 7.-9. flokk
Nær? 22. apríl kl. 09.00-10.00 og 11.00-12.00 (føroysk tíð)

Konseptið er einfalt. Sum fyrireiking skulu tit hyggja eftir norska stuttfilminum ’Fuck fossils’ (5 min, 12 sek) saman í flokkinum.

undefined
Fuck fossils
Í stuttfilminum fylgja vit tveimum ungum eitt heystarkvøld ár 2050. Gerandisdagur teirra er longu nógv ávirkaður av veðurlagsbroytingunum, og avleiðingin og stóri spurningurin hetta kvøldið er, um heimurin hevur megnað at avmarkað alheims upphitingina til 2 stig? Høvuðsleiklutirnir verða spældir av
 Thomas Hayes (m.a kendur fyri sín leiklut sum William í sjónvarpsrøðini SKAM) og Rebekka Kjølle. Filmurin byggir á granskingarfrágreiðingina "En framtid du ikke vil ha" hjá Thomas Cotti. 


Norðurlendskt skúlakjatt 22/4
Á degnum fyri skúlakjattið rita næmingarnir inn á https://nordiskskolechat.org/ har tey fáa fram kjakevni at tosa um við næmingar úr øðrum norðurlendskum skúlum. Samstundis sum næmingarnir fáa eitt rúm, har tey saman kunnu hugsavna seg um veðurlags- og umhvørvisspurningar, venja tey seg við at skilja skandinavisku málini, eftir sum kjattið gongur fyri seg á svenskum, norskum og donskum.

Melda flokkin til her. Innritingarupplýsingar at deila við næmingunum finnur tú undir ’mitt konto’, allir næmingarnir brúka somu innritingina.

Atburður á netinum
Áðrenn skúlakjattið er gott at tosa um atburð á netinum við næmingarnar. Sí prei her

Les meira:
Om konceptet temachatten
Om Nordisk skolchatt

Spurningar
Um tú vilt fyrireika flokkin eitt sindur, so ber til at lúra eftir spurningunum her:

1. Hvørjar trupulleikar hevur eitt lýggjari veðurlag við sær?
2. Hvør verður harðast raktur av veðurlagsbroytingunum?
3. Hvør hevur ábyrgdina av at støðga alheims upphitingini?
4. Óttast tú veðurlagsbroytingarnar og hvat órógvar teg mest?
5. Hví er tað av týdningi, at tað finnast nógv ymisk sløg av djórum, skordýrum og vøkstri (lívfrøðiligt margfeldi)?
6. Er tað tann ríki ella fátæki parturin av heiminum, sum hevur størstu ábyrgdina fyri útlátinum av vakstrarhúsgassum?
7. Hvussu vilt tú hava, at heimurin sær út í ár 2050?
8. Hvussu heldur tú, at vit fara at ferðast í ár 2050?
9. Hvussu heldur tú, at matvanarnir koma at verða broyttir í ár 2050?
10. Hví eiga vit at gevast við at brúka steinrunnin brennievni, so sum kol og olju?
11. Hvørjar orkukeldur heldur tú vera vanligar í tínum heimlandi í 2050 og hví?
12. Hví er tað av týdningi at avmarka alheims upphitingina so nógv sum gjørligt?
13. Hvat áttu politikarar gjørt fyri at støðga alheims upphitingini?
14. Finnið fram til trý tiltøk, ið høvdu verið góð fyri framtíðina hjá jørðini
15. Finnið fram til trý økir, ið eru skaðilig fyri framtíðina hjá jørðini