Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Næsta skúlakjattið

04. november 2020

FAQ - ofta settir spurningar

Hvussu luttaki er í Norðurlendskum Skúlakjatti við flokki mínum?

Fyri at vera við í Norðurlendskum Skúlakjatti skalt tú hava eina skrásetta brúkarakontu á Norden i Skolen (tað er ókeypis!)
Melda tín flokk til ta tíðina, tit vilja luttaka, við at trýsta á tilmeldingarknøttin høgru megin tiltakið. Øll tiltøkini finnur tú á heimasíðuni fyri Norðurlendska Skúlakjattið/Nordisk Skolechat.
Tá tiltakið er, rita tit inn á Skúlakjattið. Kannið frammanundan um útgerð og net virka, sum tey skulu, og ansið eftir, at ongar blokeringar, t.d. verjugarðar, eru.

 

Hvussu rita næmingarnir inn á Norðurlendskt Skúlakjatt?

Næmingarnir rita inn við einum næminga-loyniorði, sum sæst á váttanini, ið verður send, tá meldað verður til eitt tiltak. Hetta næminga-loyniorðið kann brúast av øllum tínum næmingum.

 

Hvussu melda vit okkum frá einum kjattumfari?

Um tú vilt melda flokkin frá einum tiltaki, kann tað gerast við at trýsta á leinkið, sum stendur í váttanini, ið varð send umvegis teldupost, tá tit meldaðu flokkin til.
Dagfør síðuna og kannið eftir at tykkara flokkur ikki longur stendur meldaður til tiltakið. 

 

Hvønn kagara (browsara) kann eg brúka til Norðurlendskt Skúlakjatt?

Google Chrome, Safari, Mozilla Firefox

 

Kann talvu-telda (teldil) brúkast til skúlakjattið?

Ja. Tað ber til at brúka talvuteldu/teldil/iPad til Norðurlendskt Skúlakjatt. Vit mæla til at brúka Safari sum kaga tá iOS-stýriskipanin verður brúkt.