Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Næsta skúlakjattið

08. september 2020

GEO-VEIÐAN

geojagten.jpg

GEO-VEIÐAN 3.-6. FLOKK


GEO-veiðan sendir teg út á eina spennandi og trupla ferð í onnur Norðurlond. Við at svara JA-/NEI-spurningum í fimm minuttir, skalt tú royna at gita teg fram til, hvar í Norðurlondum hinir næmingarnir, sum luttaka í kjattinum, eru staddir! Avbjóðingin gevur tær møguleika fyri at kanna tín kunnleika í norðurlendskari landafrøði og í málunum donskum, norskum og svenskum. Tað ræður um at vera skjótur, tí eftir fimm minuttir verður kjattarin í hinum glugganum skiftur út við ein nýggjan! Soleiðis virkar tað:

 

Áðrenn GEO-veiðan byrjar:

  • Flokkurin verður býttur upp í bólkar við 2-3 næmingum.
  • Næmingarnir arbeiða við Google Maps, og við spyrjiorðum á donskum, norskum og svenskum.
  • Hvør bólkur skal hava eina teldu, sum tey brúka til at rita seg inn á Norðurlendska Skúlakjattið.
  • Hvør bólkur skal harumframt hava eina eyka teldu/teldil/snildtelefon, sum tey skulu brúka fyri at kunna reika runt á Google Maps.

 

Meðan GEO-veiðan er:

  • Niðurteljingarklokkan á fimm minuttir byrjar, tá bólkurin hevur fingið samband við ein annan norðurlendskan bólk.
  • Næmingarnir byrja við at heilsast.
  • Annar bólkurin byrjar við at seta ein spurning. Við einans at seta JA-/NEI-spurningar skulu tit royna at savna nóg mikið av vitan til at kunna gita, hvar í Norðurlondum hinir næmingarnir eru staddir.
  • Bólkarnir skiftast til at seta spurningar. Minst til, at tað bert kann svarast JA ella NEI
  • Tá 30 sekund eru eftir av kjatttíðini, avdúkar Norðurlendska Skúlatjattið, hvar næmingarnir eru staddir. Veiðan endar, og stundin er komin at gevast.
  • Minst til at siga takk fyri spælið og heilast pent farvæl – tað hevur týdning, og tað er góður stílur.
  • Tá fimm minuttir eru farnir, sendir Norðurlendska Skúlakjattið næmingarnar víðari til ein nýggjan fund á einum tilvildarligum staði í Norðurlondum – Geo-veiðan kann byrja aftur!