Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Javnstøða

Bild jämställdhet.png

 

Hvat? Norðurlendskt skúlakjatt - temakjatt: Javnstøða

Hvør? Øll Norðurlond. 7.-9. flokkur (8.–10. í Noregi og Íslandi)

Nær? 15/9 kl. 11.00-12.00 (føroysk tíð)

 

Í september hava vit fokus á javnstøðu í Norðurlendska skúlakjattinum! Í kjattinum koma spurningar, sum eggja næmingunum til at hugsavna seg um, hvussu kynssiðvenjur ávirka teirra lív. Av tí at kjattið snýr seg um eitt torgreitt tema, er gott at fyrireika næmingarnar til kjakið við at tosa um tað í flokkinum longu áðrenn kjattið. Ein máti er at gjøgnumføra tiltakið "Rammurnar" fyri at seta taknar í gongd um, hvussu siðvenja ávirkar bæði okkara hugburð og okkara gerandisdag.

 

Melda flokkin til her

Atgongdarupplýsingar, sum tú kanst deila við flokkinum, finnur tú undir "mín konta"; allir tínir næmingar kunnu brúka somu upplýsingar.

Net-atburður
Undan skúlakjattinum er tað eitt gott hugskot at tosa við næmingarnar um atburð á netinum. Sí prei her. 

Les meira:
Um konseptið temakjattið
Um Norðurlendskt skúlakjatt

 

 

Spurningar

 

Um tú vilt fyrireika flokkin eitt sindur eyka, kunnu tit lúra eftir spurningunum her:

  1. Finnið saman trý ting, sum vanliga verða lýst sum serkend mannlig
  2. Finnið saman trý ting, sum vanliga verða lýst sum serkend kvinnulig
  3. Kunnu tit koma við dømum um kendar ella fiktivar persónar, sum bróta kynssiðvenjurnar?
  4. Nær eru kynssiðvenjur ein trupulleiki?
  5. Hvørjar hugmyndir um mannligt/kvinnuligt kundu tú hugsa tær at broytt? Hví?
  6. Eru hugmyndir um mannligt/kvinnuligt, sum tú ikki ynskti vóru broyttar? Hví?
  7. Eru somu kynssiðvenjur galdandi í dag, sum tá omman og abbin vóru smá?
  8. Kunnu tit finna trý tekin um, at samfelagið ikki er javnsett?
  9. Hvat kundi verið broytt, so samfelagið varð javnsett?
  10. Hvat hevur javnstøða at týða fyri teg?
  11. Ert tú nakrantíð viðgjørd/-ur øðrvísi, tí tú vart genta/drongur?
  12. Á hvønn hátt eru ymsar væntanir til dreingir og gentur í samfelagnum?
  13. "Kvinnuligt" og "mannligt" kann lýsast sum rammur. Vit eru uppald til at halda okkum innan fyri rammurnar - hvat hendir, um vit ikki gera tað?
  14. Ímynda tær, at tú vart broytt til ein drong, um tú ert genta, ella til gentu, um tú ert drongur. Hvørjir vildu størstu fyrimunirnir verið? Og vansarnir?
  15. Á hvønn hátt ávirka okkara ímyndir um, og ymsar væntanir til, gentur og dreingir gerandisdagin á skúlanum?

Myndir

Ramarna