Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Næsta skúlakjattið

08. september 2020

Kendis’-spælið

kendisjagten.jpg

’KENDIS’-SPÆLIÐ 7.-9. FLOKKUR OG MIÐNÁM


Hugskotið við ’Kendis-spælinum’ er kent frá vælumtókta spælinum, har ein fær ein pappírslepa á ennið og skal gita hvør ein sjálvur er! Næmingarnir fáa hvør sín kendan persón/eyðkenni, ið verður latið automatiskt av navnageranum í skúlakjattinum. Tú sært hvør hin er á kjattglugganum, og skalt royna at gita hvør tú sjálvur ert við einans at seta JA/NEI-spurningar. Tað ræður um at vera skjótur, tí tað er ein niðurteljing, og tú hevur einans fimm minuttir!

Soleiðis virkar tað:

  • Næmingarnir rita seg inn á Norðurlendska Skúlakjattið.
  • Niðurteljingarklokkan á fimm minuttir byrjar, tá næmingurin hevur fingið samband við ein annan norðurlendskan næming.
  • Navnagerin á skúlakjattinum gevur automatiskt næmingunum navnið á einum kendum persóni ella okkurt eyðkenni.
  • Annar næmingurin byrjar við at seta ein spurning. Við einans at seta JA- og NEI-spurningar, skal ein royna at gita seg fram til, hvør kendur persónur ella hvat eyðkenni ein sjálvur er.
  • Næmingarnir skiftast við at seta hvørøðrum spurningar.. Minst til bert at svara JA ella NEI
  • Tá 30 sekund eru eftir av kjattíðini, avdúkar Norðurlendska Skúlakjattið, hvør tú ert. Spælið endar, og stundin er komin at gevast.
  • Minst til, at heilsa pent farvæl – tað hevur týdning, og tað er góður stílur.
  • Tá fimm minuttir eru farnir, sendir Norðurlendska Skúlakjattið øll víðari til ein nýggjan fund á einum tilvildarligum staði í Norðurlondum – og spælið kann byrja av nýggjum!