Um Norðurlendskt Skúlakjatt 'Jólahugni'
Í temakjattinum 'Jólahugni' hava næmingarnir møguleika at venja sínar málførleikar í skandinaviskum og samstundis læra seg um jólasiðir í Norðurlondum.
Undir kjattinum koma spurningar um jól fram á skíggjanum, og so er upp til næmingarnar at tosa um teir. Spurningarnir kunnu t.d. vera 'Hvat gleðir tú teg mest til við jólafrítíðini?” Ella ”Hvussu halda tit jól á tykkara skúla?”. Tað finnast ongi rætt ella skeiv svar, men spurningarnir lata upp fyri einum áhugaverdum og hugnaligum kjaki. Tað kann vera stuttligt at uppliva hvussu ólíka ella líka vit halda jól í teimum ymsu londunum.
Temakjattið 'Jólahugni' er sostatt ein góður máti at fáa jólastemning í undirvísingina, og uppliva norðurlendskar líkheitir um jóltíðir.
Kjattið verður tveir ymsar dagar:
- 09. desember kl. 10:00-11:00 CET fyri 4-6. flokk
- 10. desember kl. 10:00-11:00 CET fyri 7-10. flokk
Les meira um temakjattið her