Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Næsta skúlakjattið

19. januar 2021

Temakjattið

Í "temakjattinum" hava næmingar møguleika at tosa við aðrar norðbúgvar um eitt aktuelt evni, ið er avgjørt frammanundan. Í kjattinum koma tilvildarligir spurningar ella kjakevni fram, sum allir luttakararnir síggja. Spurningurin kann t.d. vera "Hvar býr jólamaðurin" (Temakjattið 'Jól') ella 'Hvat halda tit um rørsluna "Skúlaverkfall fyri veðurlagið", sum Greta Thunberg tók stig til?" (Temakjattið 'Veðurlag').

 

Spurningarnir eru ymiskir alt eftir tema og endamáli. Í summum temakjattum seta spurningarnir serligt fokus á evnir og faklig kjak, meðan spurningarnir í øðrum førum meira lata upp fyri einum læruríkum práti millum skandinavisku málini í einum norðurlendskum mentanarsamanhangi.

 

Aktuellu evnini finnast á tilmeldingarsíðuni og til høgru undir 'Líknandi'.

 

 

Soleiðis gongur tað fyri seg:

  • Í Temakjattinum kunnu næmingarnir luttaka einsæris ella í bólkum á 2-3 persónar.
  • Í onkrum av kjattunum er møguleiki at velja fyrireikandi aktivitetir, ið skulu gjøgnumgangast áðrenn.
  • Kjattið byrjar tá fyrsti spurningur dagar fram á skíggjanum. Herfrá hava tit fimm minuttir til at tosa saman áðrenn túrurin gongur víðari, og stundin er komin til at hitta næsta persón.
  • Tá tit eru liðug við ein spurning og vilja víðari, so trýsta tit heilt einfalt víðari til næsta spurning.
  • Samskifti á netinum kann vera avbjóðandi, tí tit ikki veruliga sita saman - og tí samrøðan gongur fyri seg á skandinaviskum. Gerið tykkum tí ómak við at vera vinarlig, opin og fyrikomandi, so at øll fáa eina góða uppliving.

Myndir

ipad skolechat.jpg