Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Næsta skúlakjattið

07. september 2021

Um norðurlendskt veðurlagskjatt

Klimadag

Útbúgving er grundleggjandi fyri at náa burðardyggari menning. Tað lesa vit í undirmáli 4.7 í Heimsmálum ST fyri 2030. Sum íkast til hetta fyrireikar Norden i Skolen saman við danska Friluftsrådet at hava eitt Norðurlendskt veðurlagskjatt. Kjattið tekur støði í Heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.

Norðurlendskur veðurlagsdagur - Heimsmál 13 + 12 + 7 í fokus          

11.11.2021 kl. 12-13 (føroysk tíð)  

Hví Norðurlendskt veðurlagskjatt?

Veðurlags- og umhvørvisspurningar kenna ikki landamørk og krevja samstarv og samsskifti millum lond. Í norðurlendska samstarvinum er hetta eitt raðfest øki. Samstarvið er eitt nú av týdningi, tí tað økir um møguleikan at ávirka á heimsumfatandi støði, samstundis, sum vit kunnu læra av hvørøðrum.


Eitt norðurlendskt átak í veðurlags- og umhvørvisfrálæruni við sjóneykuna á samstarv, felags avbjóðingar og loysnir, skapar meirvirði. Tað gevur eisini teimum ungu amboð og eina rødd í nútíðar og framtíðar veðurlagskjakinum. Tey ungu eru týðandi viðspælarar til broytingar.

 

Málbólkur og tilfar

7.-10. flokkur. Allir næmingar í Norðurlondum eru vælkomnir at luttaka, men í samskiftinum verður tosað skandinaviskt, t.e. norskt, danskt ella svenskt. 

Norðurlendsk veðurlagskjatt leggur seg bæði eftir skandinaviskari grannamálsfatan og burðardyggari menning. Ætlanin leggur upp til tvørfakligt samstarv millum náttúruvísindi, samfelagsfak og móðurmálsfrálæru.