Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Næsta skúlakjattið

08. september 2020

Um Spyrjitíman

SPYRJITÍMIN

Í 'Spyrjitímanum' hevur tú møguleika fyri at tosa við og seta spurningar til javngomul í Norðurlondum um júst tað, ið tú hevur áhuga fyri. Hvat veit tú t.d. um Norðurlond, og hvussu er tað at vera ungur aðrastaðni enn har tú sjálv/ur er uppvaksin? Munnu øll í Norðurlondum læra danskt, norskt og svenskt í skúlanum? 

 

Áðrenn Spyrjitíman skulu tit í bólkum á 2-3 næmingar fyrireika nakrar spurningar til hvørt land, sum tit eru forvitin eftir at fáa meira at vita um. Spurningarnir kunnu snúgva seg um alt, men hugsið um, hvat kundi verið áhugavert at tosa við javngomul í einum øðrum Norðurlandi um, nú tit hava møguleikan.

 

Soleiðis virkar tað:

  • Fyrireikið í bólkum á 2-3 næmingar nakrar spurningar til javngomul frá hvørjum av hinum Norðurlondunum (GG: Fyrireikast áðrenn Norðurlendskt Skúlakjatt)
  • Hvør bólkur skal hava eina teldu fyri at verða innritað á Norðurlendskum Skúlakjatti. Nóg mikið er, at ein í bólkinum er innritað/ur.
  • Tá tit fáa samband við aðrar norðurlendskar næmingar í Norðurlendska Skúlakjattinum, byrjið so við at heilsast við at siga navn tykkara. Samskifti á netinum kann vera avbjóðandi, tí tit sita jú ikki saman fysiskt - og tí tað fer fram á donskum, norskum og svenskum. Gerið tykkum tí ómak at vera serliga vinalig, opin og fyrikomandi, so at øll fáa eina góða uppliving.
  • Spyrjitímin byrjar, tá fyrsti spurningur er settur. 
  • Tá tit ikki hava meira at spyrja hvønnannan um, takkið so siðiliga fyri, og trýstið á <Næsti> í kjatitnum. Nýggir næmingar bíða tykkum :-)

Myndir

ipad skolechat.jpg