Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Vinaløg í koronatíðum

Dengang Danmark Lukkede Ned (1).jpg (1)

Visti tú, at í Finnlandi kallast Valentinsmessa fyri Vinadagurin? Korona hevur ávirkað lív okkara fyri ikki at tosa um okkara nærsambond við onnur á mangan hátt. Hvat hendir við vinaløgunum, tá skúlar lata aftur, frástøðan skal haldast og nærveran má bíða? Í hesum skúlakjattinum skulu næmingarnir seta truplu koronastøðuna í eitt felags sjónarhorn, tvørtur um landamørk og málmørk.

 

Vit eru erin av, at vit hava fingið møguleikan at vísa filmin 'Dengang Danmark lukkede ned' (2020), sum fylgir fleiri skúlanæmingum tá Danmark lat aftur á vári 2020. Filmurin er eitt petti av heilt serligari samtíðarsøgu, har yvir 400 børn í aldrinum 5-14 siga frá, hvat tey upplivdu. Filmurin er tilnevndur Robert-heiðurslønina fyri ársins stuttfilmskokumentar. Hyggið eftir filminum, ella brotum úr honum, saman í flokkinum undan kjattinum í februar. Kenna tínir næmingar seg aftur, og hvat hava tey upplivað øðrvísi?

 

Ikki pláss í tímaætlanini? Ongin vandi! Tað ber eins væl til at vera við kjattinum uttan at hava sæð filmin, og sjálvandi ber tað til at vera við, hóast frálæran fer fram sum fjarundirvísing.

 


Hvat? Norðurlendskt skúlakjatt
Hvør? 4. til 6. flokkur og 7. til 10. flokkur
Nær? 11 og 12 februar kl. 12.00-13.00 (CET) - t.e.11.00-12.00 føroyska tíð.

 

 

Tit kunnu melda tykkum til her.
Filmurin finst her.
Meira um tað praktiska og um temakjattið her.