Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Stiftelsen Clara Lachmanns fond

cl-logo-900px.png

 

Hvør kann søkja stuðul?

Verkætlanin skal fremjast í einum av teimum skandinavisku londunum, og sambært reglugerðini fyri grunnin er tað: Svøríki, Noreg, Ísland, Danmark, Grønland og Føroyar. Finnland er sambært Clara Lachmanns fond ikki eitt skandinaviskt land. 

 

Hvat kann søkjast til?

Kanningarferðir, námsferðir fyri bólkar, skeiðsvirksemi o.líkn. í einum av teimum skandinavisku londunum.

Fyriskipan av ráðstevnum, fundum og seminarum í einum av teimum skandinavisku londunum, herundir eisini luttøka í ráðstevnum, seminarum og fundum.

Útbreiðsla av vitan um og fatan fyri søguligu og sosialu viðurskiftunum í skandinavisku londunum eins og týdningin av felagsskapinum umvegis útgávur og mentanarlig tiltøk..

Onnur tiltøk, ið kunnu stuðla skandinaviska samleikan og felagsskapin.

  

Fleiri upplýsingar og umsóknarbløð:

 

www.claralachmann.org