Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

24-09-2018

Fá skil á plastið! - Nú verður Norðurlendska Plastkappingin aftur

Fá skil á plastið! - Nú verður Norðurlendska Plastkappingin aftur

’Norðurlendska plastkappingin’ er ein frálæruætlan, sum setur sjóneykuna á plastdálking í náttúruni við einum atgerðargrundaðum sjónarhorni. Tað er eitt stríð móti tíðini – fyri okkara felags framtíð og fyri okkara klótu. Atknýtta frálærutilfarið um avbjóðingar við plasti og mikroplasti í náttúruni finnur tú á Norden i Skolen.


Soleiðis kanst tú og flokkur tín luttaka:

1. Stovna eina vangamynd á nordeniskolen.org – tað er ókeypis!

2. Set klokkuna í gongd, og renn út í náttúruna við flokkinum og savnið inn so nógv plast og ikki-niðurbrótiligt tilfar tit kunnu upp á 15 minuttir.

3. Takið innsavnaða burturkastið við aftur á skúlan, takið eina mynd saman við flokkinum og leggið myndina út á nordeniskolen.org.


VINN EINA VITJAN AV VEÐURLAGSSERFRØÐINGI

Allar myndir, ið verða lagdar út á www.nordeniskolen.org, eru við í lutakastinum um at vinna eina serstaka floksvitjan av einum veðurlagsserfrøðingi. Við at leggja fleiri myndir út hvørja ferð flokkurin savnar inn plastburturkast, gerst møguleikin størri fyri at gerast hepni vinnarin. Vinnarin verður funnin 11. november 2018 – norðurlendska veðurlagsdagin!