Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

12-05-2016

Føroyskir lærarar fáa ókeypis atgongd til filmar

Føroyskir lærarar fáa ókeypis atgongd til filmar

Nú fáa allir lærarar í Føroyum og í hinum Norðurlondunum ókeypis atgongd til til eina røð av norðurlendskum filmum. Tað hendir tá læruportalurin Norden i Skolen í dag leysgevur eitt nýtt filmstilboð við 39 stuttfilmum og heimildarfilmum.

Á skúlum í øllum Norðurlondum fáa lærarar og næmingar nú atgongd til eina røð av góðum norðurlendskum stutt- og heimildarfilmum. Filmarnir kunnu brúkast ókeypis í undirvísingini á skúlum, og kunnu sostatt vera við til at menna frálæruna í skandinaviskum máli og norðurlendskari mentan í Norðurlondum. Nýggja filmstilboðið er seinasta átakið á størsta læruportali í Norðurlondum, Norden i Skolen.
Í nýggja filmspakkanum eru 39 serliga útvaldir stutt- og heimildafilmar. Filmarnir eru á málum úr øllum Norðurlondum, og sum nakað nýtt er møguligt at velja undirtekstir á átta ymiskum norrønum málum; donskum, norskum, svenskum, finskum, íslendskum, føroyskum, grønlendskum og sámiskum. Ein møguleiki, ið hevur verið nógv eftirspurdur:

- Á Norden i Skolen arbeiða við miðvíst fyri alla tíðina at gera frálærutilfarið so tíðarhóskandi sum gjørligt. Eg eri tí ómetaliga fegin um, at vit nú kunnu koma við einum filmstilboði, sum lærarar leingi hava sóknast eftir, og sum ger tað møguligt at arbeiða við grannamálsfatan á ein meira livandi hátt, sigur Thomas Henriksen, leiðari fyri verkætlanini.

Nýggja fimstilboðið ger tað lætt fyri allar lærarar í Norðurlondum at undirvísa næmingum í grannamálum á ein nýggjan hátt. Til hvønn film eru uppgávur, ið knýta seg til ávís undirvísingarevni og venda sær til ymisk floksstig við bæði tekstum, yrkingum og tónleiki. Filmspakkin er sostatt eitt nýtt alternativ til frálæruna í grannamálum:

- Filmstilboðið í Norden i Skolen gevur lærarum møguleika at arbeiða við norrønu málunum á ein nýggjan og øðrvísi hátt. Samstundis vóna vit, at pakkin er við til at vekja ansin hjá næmingunum fyri mál og mentan hjá grannalondum, og fær tey til at kava niður í teir nógvu møguleikarnir og upplivingarnar, sum eru knýtt at eini størri grannamálsfatan, sigur Thomas Henriksen.

Filmstilboðið á Norden i Skolen er ókeypis fyri lærarar í Norðurlondum. Fyri at fáa atgongd til film, uppgávur o.s.v. er neyðugt at stovna seg sum brúkara á www.nordeniskolen.org

 



Norden i Skolen hevur virkað síðan 2012 og er ein ókeypis læruportalur, ið gevur næmingum og lærarum í øllum Norðurlondum heilt nýggjar møguleikar fyri at arbeiða við norðurlendskum málum og mentanum, umframt veðurlagi og náttúru. Norden i Skolen er ætlað undirvísing bæði á fólkaskúla- og miðnámsstøði. Í løtuni eru yvir 4.700 lærarar skrásettir á portalinum, ið er mentur av Meginfelag norrønu Felaganna. Nýggja filmstilboðið er stuðlað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og Norðurlendsku Málsamskipanini.