Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

18-12-2017

Gleðilig jól á nýggja pallinum!

Gleðilig jól á nýggja pallinum!

Takk fyri eitt gott og læruríkt ár á Norden i Skolen. Vit ganga 2018 á møti við einum nýggjum og mentum undirvísingarpalli til frama fyri teg og teir 10.000 lærararnar á pallinum.

Nýggja síðan ger tað lættari at finna runt á undirvísingarpallinum hjá øllum Norðurlondum, og tú kanst longu nú fyrireika undirvísingina komandi ár í grannamálum, norðurlendskari mentan, søgu, samfelagslæru og veðurlagi. Fá íblástur á okkara evnisyvirliti. Evnisyvirlitið á pallinum ger tað lættari fyri teg at skyna ímillum og nágreina tínar leitingar. Vel í evnum, læringmiðsavnan, flokstigum, máli og faki – og finn júst tað rætta undirvísingartilfarið.


Á nýggju síðuni kanst tú eisini lættari koma í samband við ein vinarflokk. Her er pallurin góðskaður so tú kanst velja best dámda samstarvsformin og fakøki í leiting eftir samstarvi. Innrita á Norden i Skolen og leita eftir nýggjum vinaflokki.


Fá íblástur av frálærutilfari í adventini. Á nordeniskolen.org finnir tú eitt nú svensku jólastuttsøguna 'Liten julnovell' og norska teknifilmin 'Olavs første skitur'.

 

Gleðilig jól og gott nýggjár!

Heilsan Norden i Skolen