Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

20-08-2018

KOM OG VER VIÐ AT SKIPA FYRI ÁRSINS STØRSTA BÓKMENTATILTAKI!

KOM OG VER VIÐ AT SKIPA FYRI ÁRSINS STØRSTA BÓKMENTATILTAKI!

Í ár verður skipað fyri Norðurlendsku bókmentavikuni fyri 22. ferð, hesuferð við evninum Hetjur í Norðurlondum, og latið er nú upp fyri skráseting um luttøku. Ver við tá skipað verður fyri upplestri úr norðurlendskum bókmentum í døgunum 12.-18. november fyri 120.000 børnum, ungum og vaksnum í meiri enn 2000 stovnum kring øll Norður- og Baltalond. Far inn á heimasíðuna hjá Norðurlendsku bókmentavikuni www.nordisklitteratur.org, les meiri um bøkurnar til upplesturin fyri í ár og tekna tín stovn til í dag - púra ókeypis.

Norrønu feløgini skipa fyri Norðurlendsku bókmentavikuni, ið er størsta bókmentatiltak í Norðurlondum, har børn, ung og vaksin um somu tíð lýða á upplestur úr somu norðurlendsku bókmentum um øll Norður- og Baltalond. Í novembermyrkrinum verður Norðurlendsk bókmentavika hildin í skúlum, bókasøvnum, dagstovnum, staðbundnu deildunum hjá Norrønu feløgunum umframt øðrum mentanarstovnum. Sløkk ljósið, tendra kertuljós og ver við í upplestrarfelagsskapinum.


ÁRSINS SØGUEVNI – HETJUR Í NORÐURLONDUM
Í ár bjóða vit børnum, ungum og vaksnum at kunnast við hetjur úr bókmentunum, tá ið vit halda Norðurlendska bókmentaviku við søguevninum Hetjur í Norðurlondum. Ársins evni fyri Norðurlendsku bókmentavikuna er savnandi snúningsásin fyri úrvaldu bøkurnar til upplesturin og gevur íblástur til tiltøk undir bókmentavikuni.


ÁRSINS NORÐURLENDSKU BÓKMENTIR
Ársins upplestrarbøkur endurspegla allar evnið Hetjur í Norðurlondum, og í bókunum kunnast vit við ymsar persónar, ið allir hava hetjuleiklutin á onkran hátt. Í barnabókini Handbok för superhjältar, ið sviarnir Elias og Agnes Våhlund hava skrivað, hitta vit Lisu, ið verður happað av nøkrum dreingjum í skúlanum. Ein dagin tá ið Lisa fjalir seg fyri happarunum inni á bókasavninum, fær hon eygað á eina løgna bók, ið broytir alt. Henda bókin sendir nevniliga Lisu á eina ferð til at gerast superhetjan «Reyða maskan», ið ikki heldur seg aftur fyri nøkrum. Í ungdómsbókini Tey, ið ikki eru til eftir norska ritvhøvundin Simon Strange hitta vit Emiliu, sum kemur í eina løgna støðu, har moralur hennara kemur at standa sína roynd. Hvat er rættast at gera, tá ið pappírsleysur flótti knappiliga stendur og bankar á tínar dyr? Skaldsøgan Íslenskir kongar, ið íslendskir rithøvundurin Einar Már Guðmundsson hevur skrivað, er eitt savn við garvillum søgum um uppspunnu Knudsenættina, sum vit fylgja frá 1700-talinum og fram til dagin í dag. Í bókini bjóðar Einar Már teirri vanligu hetjufatanini av og gevur ístaðin tápulingum leiklutin sum íslendsku hetjurnar.


ÁRSINS LISTAFÓLK
Íslendska listakvinnan Rán Flygering hevur myndprýtt ársins plakat. Í 2018 hátíðarheldur Ísland at hundrað ár eru liðin, síðani lýðveldið varð sett á stovn. Norðurlendska bókmentavikan markar hátíðarhaldið við at velja ein íslendskan myndprýðara sum ársins listafólk. Les meiri um Rán Flygering og sí hennara vælumtóktu myndir her.

 

Far inn á heimasíðuna hjá Norðurlendsku bókmentavikuni www.nordisklitteratur.org og fá tær gjøllari kunning um verkætlanina og ver við í tí stóra bókmentafelagsskpaninum! Tað er ókeypis at taka lut, og tú kanst tekna stovnin hjá tær til longu í dag.

Norrønu feløgini skipa fyri Norðurlendsku bókmentavikuni við stuðli frá Norðurlendska ráðharraráðnum.