Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

13-06-2019

Nýggir stuttfilmar á Norden i Skolen, Norðurlendskt Skúlakjatt og mangt annað!

Nýggir stuttfilmar á Norden i Skolen, Norðurlendskt Skúlakjatt og mangt annað!

Legg frálæruna í heyst til rættis longu nú við at brúka nýggju stuttfilmarnar á Norden i Skolen, Norðurlendskt Skúlakjatt og kanska ein nýggjan norðurlendskan vinaflokk?

NÝGGIR STUTTFILMAR Á NORDEN I SKOLEN
Í samstarvi við stuttfilmsverkætlanina NoJSe, bjóða vit nú fýra nýggjar stuttfilmar og eitt nýtt tema á Norden i Skolen. NoJSe borgar fyri filmum í høgari góðsku, skaptir av gávuríkum fólki innan film við ætlanum um at fortelja viðkomandi søgur fyri børnum og ungum. Stuttfilmarnir verða vístir á norðurlendskum stuttfilmsfestivalum í Danmark, Finnlandi, Noregi og Svøríki, men kunnu longu nú síggjast á www.nordeniskolan.org!

Saman við hvørjum filmi eru arbeiðsuppgávur og hvørt tema hevur eisini eina læraravegleiðing, ið ger tað lætt at seta seg inn í evnið og fáa yvirlit yvir tilfarið.
Sí filmarnar og læraravegleiðingina her!


GÓÐ RÁÐ TIL EITT VÆL EYDNAÐ VINAFLOKSSAMSTARV

Áhugin fyri norðurlendskum vinaflokkum er vaksandi á Norden i Skolen! Vit hava tí savnað tíggju góð ráð, gjørd av lærarum, ið hava samstarvað við norðurlendskar starvsfelagar.
Les meira um hvussu tú kanst fáa sum mest burtur úr samstarvinum á.


MELDIÐ TIL NORÐURLENDSKT SKÚLAKJATT
Frá september 2019 verður Norðurlendska Skúlakjattið eina ferð um mánaðin, og longu nú er møguligt at tekna seg til! Við nýggju tilmeldingarskipanini er eisini lætt at fylgja við í hvussu nógv hava meldað seg til at fáa sum mest burtur úr Norðurlendskum Skúlakjatti.
Les meira um Norðurlendska Skúlakjattið og melda til her.

(GG! Tað krevst innritan á síðuna fyri at kunna melda til)


LEGG UNDIRVÍSINGINA Í HEYST TIL RÆTTIS
Á nordeniskolan.org finnur tú ein hóp av spennandi tilfari innan frálæru í grannamálunum donskum, norskum og svenskum, norðurlendska mentan og samfelag og náttúru. Læraravegleiðingarnar hjálpa tær til skjótt at finna runt í evnunum, og har finnast eisini hugskot til hvussu tú kanst undirvísa í grannamálum, uttan at vera bundin til ein serligan film ella tekst. Alt tilfarið er ókeypis at brúka!

 

Vit eru nú yvir 16.000 lærarar á Norden i Skolan! Okkara vón er, at øll fáa eitt gott summar, og venda aftur eftir frítíðina við nýggjari orku til enn eitt gott skúlaár, har vit kunnu leiða norrøna mál- og mentanarfelagsskapin longur fram á leið. Tað verður kul!