Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

10-02-2017

Nýtt sámiskt undirvísingartilfar styrkir norrøna felagsskapin

Nýtt sámiskt undirvísingartilfar styrkir norrøna felagsskapin

Nú fáa sámiskir skúlanæmingar og lærarar atgongd til ókeypis undirvísingartilfar um norðurlendska mentan á teirra egna máli: 10. februar 2017 verður ein nýggj sámisk útgáva at undirvísingarportalinum Norden i Skolen (www.nordeniskolen.org) tikin í nýtslu. Portalurin verður frammanundan brúktur av 8.000 lærarum í øllum Norðurlondum. 

 

- Endamálið við Norden i Skolen er at spjaða kunnleikan til norðurlendsk mál og mentan, og geva børnum og ungum úr øllum Norðurlondum ein møguleika fyri at samskifta við hvønn annan tvørtur um landamørk, sigur leiðarin fyri Norden i Skolen, Thomas Henriksen frá Sambandi Norrønu Felaganna. 

Thomas Henriksen sær fram til at leysgeva sámisku útgávuna av undirvísingarportalinum. Tað hendir undir sámiska 100 ára haldinum, Tråante 2017, á Scandic Lerkendal fríggjadagin 10. februar kl 16-16.30

Norden i Skolen bjóðar undirvísingartilfar um eitt nú norrønu grannamálini, mentan og vandamál sum veðurlag og burðardygd, sum norðurlendskir lærarar kunnu brúka eftir vild í undirvísingini – hartil felags næmingatiltøk, so sum skúlakjatt, vinaflokkar og veðurlagskappingar, har næmingarnir samskifta við børn og ung í hinum Norðurlondunum. 

Við nýggja sámiska partinum fáa norðurlendskir skúlanæmingar eisini møguleika fyri at læra sámiska mentan betur at kenna, vísir aðalskrivarin fyri Norrøna Felagið í Noregi, Espen Stedje, á: 
- Sámiska fólkið og teirra mentan er ein týðandi liður í norðurlendska felagsskapinum. Tí hevur tað týdning, at øll børn í Norðurlondum kenna til henda partin av okkara mentanararvi. 

Áile Jávo, forseti fyri Sámaráðið sigur: 
- Eg eri stórliga fegin um, at Norden i Skolen nú eisini er týtt til sámiskt. Tað er stórur tørvur á lærutilfari og øðrum skúlatilfari á sámiskum, og tí hevur tað eyka týdning, at slíkt tilfeingi verður týtt til sámiskt. Tað er eisini at fegnast um, at onnur børn í Norðurlondum gjøgnum hesa heimasíðu fáa betri kunnleika til sámiskt og sámiska mentan, tí vit vita, at tað er tørvur á hesum millum meirilutafólkið. Vón mín er, at nýggju ættarliðini á henda hátt fáa eina betri fatan av, at sámarnir eru ein samfeldur og týðandi partur av Norðurlondum.



Meira kunning um Norden i Skolen: 
Thomas Henriksen, leiðari í Foreningerne Nordens Forbund, tlf. +45 26116267, thomas@fnfnorden.org 
www.nordeniskolen.org


Kunning um Foreningen Norden Norge: 
Heidi Lønne Grønseth, ráðgevi í útbúgving og málspurningum, tlf.: +47 98676212, heidi@norden.no - www.norden.no 

Pressumynd av samisku Norden i Skolen-síðuni kann takast niður her.



FAKTA UM UNDIRVÍSINGARPORTALIN NORDEN I SKOLEN: 

* Samband Norrønu Felaganna byrjaði Norden i Skolen í 2011 og bjóðar nú undirvísingartilfar og felags tiltøk til skúlanæmingar í øllum Norðurlondum á níggju málum: donskum, finskum, føroyskum, grønlendskum, íslendskum, norðursámiskum, norskum bókmáli, nýnorskum og svenskum. 

* Norrønu Feløgini eru limafelagsskapir, óheftir av partapolitikki, ið hava til endamáls at styrkja og menna tað fólksliga norðurlendska samstarvið. 

* Norden i Skolen er ein portalur við undirvísingartilfari til skúlar í øllum Norðurlondum. Portalurin er fíggjaður av Sambandi Norrønu Felaganna, norðurlendska Ráðharraráðnum, norðurlendsku málsamskipanini, Nordplus Nordiske Sprog og øðrum norðurlendskum grunnum. 

* Norden i Skolen fevnir breitt og er ein portalur fyri øll Norðurlond. Sámiska málið og sámiska mentanin er ein týðandi partur av felagsnorðurlendsku hugsanini og samleikanum. 

* Norden i Skolen á sámiskum vendir sær til allar lærarar og næmingar við norðursámiskum sum móðurmáli ella øðrummáli, og er við til at stuðla undir, at sámiskir skúlanæmingar hava atgongd til umfatandi undirvísingartilfar á teirra egna máli, so at tey á jøvnum føti við aðrar norrønar næmingar á sámiskum kunnu brúka heimasíðuna til tess at fáa meira vitan um felags norrønu mentanina. 

* Samstundis fáa skúlanæmingar í hinum Norðurlondum meira at vita um sámiska mentan. T.d. umvegis vinaflokkaskipanina, veðurlagstiltøk so sum Stóru norðurlendsku plastkappingina og í sambandi við Norðurlendskt skúlakjatt, har norrønir næmingar kjatta saman á Norðurlandadegnum 23. marts. 

* Endamálið við Norden i Skolen er harafturat at styrkja førleikan hjá øllum norðurlendskum skúlanæmingum í teimum stóru grannamálunum donskum, norskum og svenskum. 

* Sámiska týðingin av Norden i Skolen er fíggjað við stuðli frá arktisku samstarvsskránni 2015-2017 hjá norrøna Ráðharraráðnum, fyrisitið av norðurlendska granskingarstovninum Nordregio.