Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

15-03-2017

NORÐURLENDSKT SKÚLAKJATT 23. MARS KLOKKAN 12.00-14.00 CET – VER VIÐ Á GEO-VEIÐINI!

NORÐURLENDSKT SKÚLAKJATT 23. MARS KLOKKAN 12.00-14.00 CET – VER VIÐ Á GEO-VEIÐINI!

Í ár skipar Norðurlendskt Skúlakjatt fyri einum nýggjum slag av kjatti, við íblástri frá ‘Mystery Skype’, ið sendir forvitnar næmingar út á eina spennandi og avbjóðandi kanningarferð til øll norðurlond. Næmingarnir fáa eina landafrøðiliga avbjóðing og tey skulu gera eitt ávíst granskingararbeiði fyri at geo-veiðan kann eydnast.

Skipanin við ársins Norðurlendska Skúlakjatti gongur út uppá at gita hvar í Norðurlondum hinir næmingarnir í kjattinum eru staddir. Við bert at seta einfaldar JA- og NEI-spurningar skulu næmingarnir savna inn upplýsingar fyri at kunna peika á heimbýin hjá hinum næmingunum á kortinum. Geo-veiðan er ikki av fyrr enn báðir næmingabólkarnir hava gitt rætt, hvar hini eru stødd. Tá næmingarnir trýsta á ‘næsta’ kemur ein nýggjur bólkur av næmingum frá einum øðrum norðurlandi fram í kjattinum og geo-veiðan kann byrja av nýggjum.

Serstøk og stuttlig undirvísing

Norðurlendskt Skúlakjatt er ein heilt nýggjur háttur at hitta aðrar norðurlendskar skúlanæmingar – og samstundis ein serstakur møguleiki til at skilja huglagið, líkheitirnar og ymiskleikarnar í hinum norðurlendsku málunum. Norðurlendskt Skúlakjatt, ið er dagført í mun til í fjør, hóskar væl til allar flokkar í fólkaskúlanum. Avbjóðingin í geo-veiðini er, at næmingarnir royna sínar kunnleikar um eitt nú norðurlendska landalæru, mentan og mál – og tað besta er, at næmingarnir, sum luttaka í Norðurlendskum Skúlakjatti, bæði læra saman og av hvørøðrum.