Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

19-08-2019

Set Norðurlond á tímatalvuna – vælkomin til eitt nýtt skúlaár!

Set Norðurlond á tímatalvuna – vælkomin til eitt nýtt skúlaár!

Nýggja skúlaárið er júst byrjað, og á Norden i Skolen bjóða vit fjølbroytt frálærutilfar til norðurlendsku undirvísingina, norðurlendskar vinaflokkar og enn fleiri møguleikar fyri at vera við í Norðurlendskum Skúlakjatti! Vit eru til reiðar – eru tit?

 

Melda flokk tín til Norðurlendskt Skúlakjatt – soleiðis gera tit!

  1. Skrásetið tykkum 
  2. Vel eitt Norðurlendskt Skúlakjatt, sum hóskar til tín flokk á www.nordeniskolen.org/fo/tilmelding-til-skulakjatt/
  3. Fyll stutta tilmeldingarskjalið út, og trýst á melda til!
  4. Flokkur tín er nú meldaður til Norðurlendskt Skúlakjatt!

Norðurlendskt Skúlakjatt verður nú frá september hvønn mánaða við tiltaki fyri 4.-6. flokk, 7.-10. flokk og fyri miðnám! Okkara nýggju síður gera tað lættat fáa íblástur og kunning um skúlakjattið, og tú kanst sum lærari fylgja við á tilmeldingarlistanum hvussu nógvir aðrir flokkar eru meldaðir til sama tiltak!

Norðurlendskt Skúlakjatt er stuttligari við vinum – so fá tín norðurlendska vinaflokk* til at melda seg til eisini!

 

*Ongan vinaflokk? Finn ein á www.nordeniskolen.org

Gerist Norðurlendskur Ambassadørflokkur á Norden i Skolen

Gerist tey fyrstu til at brúka nýggja tilfarið, og verið við til at menna frálærupallin, ið ger nyttu og gagnar lærarum í øllum Norðurlondum! Áhugað/ur? Send teldupost til kontakt@nordeniskolen.org

 

Tað er nú lættari og stuttligari enn nakrantíð at seta Norðurlond á tímatalvuna – havið eitt gott heyst!