Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

28-03-2017

TAKK FYRI DYSTIN OG TIL LUKKU TIL VINNARARNAR AV ÁRSINS VEÐURLAGSKAPPING Á NORDEN I SKOLEN – NORÐURLENDSKU PLASTKAPPINGINI!

TAKK FYRI DYSTIN OG TIL LUKKU TIL VINNARARNAR AV ÁRSINS VEÐURLAGSKAPPING Á NORDEN I SKOLEN – NORÐURLENDSKU PLASTKAPPINGINI!

Hesar seinastu 5 mánaðirnar hava tilvitaðir norðurlendskir skúlaflokkar verið við í stríðnum fyri einum umhvørvi við minni plasti. Næmingar og lærarar úr øllum Norðurlondum hava tikið við avbjóðingini hjá Norden i Skolen, og savnað burturkast fram við strendur, í skúlagørðum og fram við dálkaðum vegjaðarum.

VINNARAR AV VEÐURLAGSKAPPINGINI 2017 – NORÐURLENDSKU PLASTKAPPINGINI

Hepni vinnarin av ársins Veðurlagskapping er 7. flokkur á Buggeland skole í Noregi. Tey skriva soleiðis um teirra íkast; «Vit hava savnað plast á skúlaøkinum. OK at tveita plast í náttúruni? Vit halda NEI!» 7. flokkur á Buggeland skole er trektur millum teir 80 ymsu norðurlendsku flokkarnar, sum tóku lut í kappingini um at vinna 5.000 danskar krónur til flokskassan. Vit ynskja til lukku!

PLASTSTRÍÐIÐ HELDUR FRAM

Norðurlendska Plastkappingin er av á hesum sinni, men stríðið fyri at verja náttúruna móti plasti heldur fram á Norden i Skolen. Ársins Veðurlagskapping hevur sett gongd á fleiri av brúkarunum av Norden i Skolen, og tí fer læruportalurin at skipa fyri, at hesi kunnu halda fram við at seta sjóneykuna trupulleikan við burturkasti í umhvørvinum í undirvísingini. Sostatt verður framhaldandi møguleiki at leggja myndir av flokki tínum, og av burturkasti, ið er savnað inn. Allar myndir, ið verða lagdar út á www.nordeniskolen.org eru við í lutakastinum um at vinna eina serstaka vitjan av einum veðurlagsserfrøðingi. Undirvísingartilfarið, ið er gjørt í sambandi við ársins veðurlagskapping verður eisini liggjandi á Norden i Skolen hjá øllum at brúka.

Enn einaferð – stóra tøkk til allar næmingar og lærarar, sum hava givið sítt stóra íkast til stríðið móti plasti í náttúruni í sambandi við Norðurlendsku Plastkappingina!