Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

31-10-2017

Vælkomin – Norden i Skolen er pussaður upp

Vælkomin – Norden i Skolen er pussaður upp

 

Undirvísingarportalurin Norden i Skolen verður nú enn lættari og stuttligari at brúka fyri lærarar og næmingar í Norðurlondum:Portalurin er mentur, so tú sum lærari skjótari kann fáa yvirlit yvir teir nógvu ymisku tekstirnar, filmarnar, uppgávurnar og virksemið, tú ókeypis kann brúka, eins og tú lættari kanst koma í samband við ein vinarflokk.


Fá yvirlit við einum klikki

Portalurin hevur nú fingið eina nýggja leitiskipan, so tú sum lærari við einum einstakum kikki kanst fáa yvirlit yvir øll undirvísingartilboðini, ið kunnu brúkast til tín flokk. Eitt nú eitt stórt úrval av skræddaraseymaðum evnispakkum, tekstum og filmum við spennandi uppgávum, har alt er lagt til rættis og klárt at brúka. Til dømis um grannamál, samfelagsviðurskifti og mentan í Norðurlondum. Sum nakað nýtt, kanst tú eisini leita eftir serstøkum læruevnum, so tú lættliga kann knýta tilfarið til námsætlanina.


Lætt at gera verkætlanir við vinarflokkum

At tað er komið eitt betri yvirlit yvir portalin ger eisini, at flokkurin í gerandisdegnum bert er eitt klikk burtur frá vinarflokkum, so samstarv við flokkar aðra staðni í Norðurlondum lættliga kann takast við  í dagligu undirvísingina: Nordeniskolen.org hevur nú fingið eitt vinaflokkarúm, har tey – við fráboðanartalvu og kjattmøguleikum – kunnu koma i samband við vinarflokkin.

 
Thomas Henriksen, verkætlanarleiðari, sigur:

"Við portalinum vilja vit geva lærarum og næmingum í Norðurlondum møguleika fyri at arbeiða við grannamálum á ein stuttligari og meira viðkomandi hátt – eitt nu við at taka við fleiri modalitetir við tilknýttum filmum og virksemi, har næmingarnir umvegis kjatt/videokjatt kunnu samstarva við vinarflokkar úr øðrum Norðurlondum í ymsum evnum, eitt nú máli, náttúrulæru, søgu og samfelagslæru.”