Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

08-01-2019

Vælkomin til eitt nýtt og spennandi skúlaár á frálærupallinum hjá øllum Norðurlondum!

Vælkomin til eitt nýtt og spennandi skúlaár á frálærupallinum hjá øllum Norðurlondum!

Nýggja skúlaárið er nú byrjað og á frálærupallinum, www.nordeniskolen.org, hava vit ein hóp av tilfari, sum tú kanst brúka saman við flokkum tínum í grannamálsfrálæru og frálæru í norðurlendskum evnum.

Á portalinum finnur tú norðurlendskar filmar og bókmentir, sangir, spøl og ítriv. Læraravegleiðingarnar hjálpa tær at leggja til rættis frálæruna við norrønum evnum og nýggju uppskotini til ítriv gera tað lættari enn nakrantíð at fáa næmingarnar við í frálæruna.

 

Hetta hendir í vár:


Enn fleiri uppskot til ítriv!

Ítrivsuppskotini gera undirvísingina í skandinaviskum ítøkiliga og hugfangandi fyri næmingarnar. Hvørt uppskot til ítrív hevur eina innleiðslu, og eina frágreiðing til hvussu uppgávan skal fremjast. Flestu ítrivini krevja lítla og onga fyrireiking, og styrkir orðfatanina og munnliga samskiftið hjá næmingunum. Hartil fáa næmingarnir eisini eina størri fatan av, hvussu norrøni felagsskapurin kann styrkjast.

 

Norðurlendskt Skúlakjatt!

Vit hava bøtt og fiksað og slípað Norðurlendska Skúlakjattið og gera okkum til reiðar til bestu upplivingina við skúlakjattinum í 2019. Skúlakjattið fer fram ein ávísan dag – so halt eyga við heimasíðuni og Facebook fyri næsta kjattumfar!

Tað er ókeypis at vera við, einasta, ið krevst, er at ein torir at royna seg á skandinaviskum – óansæð hvar í Norðurlondum tú ert staddur.

 

Norðurlendskir vinaflokkar!

Dátugrunnurin yvir vinaflokkar á Norden í Skolen veksur alsamt og tað við góðari grund! Samstarv við ein vinaflokk í einum øðrum norðurlandi letur upp fyri nógvum spennandi møguleikum – bæði tá tað kemur til evnir, men eisini mentanarliga og sosialt. Næmingarnir kunnu fáa nýggjar vinir og hava tað stuttligt, samstundis sum tey læra á einn hátt, ið er øðrvísi enn tann siðbunda floksundirvísingin. Nógvir næmingar síggja virðið í málfelagsskapinum og mentanini, tá tey sjálvi fáa møguleikan til at uppliva tað.

Tað er ókeypis at brúka alt tilfarið á Norden i Skolen. Norden i Skolen er gjørdur av Sambandi Norrønu Felaganna.