Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

09-08-2017

Vælkomin til eitt nýtt og spennandi skúlaár á læruportalinum hjá øllum Norðurlondum!

Vælkomin til eitt nýtt og spennandi skúlaár á læruportalinum hjá øllum Norðurlondum!

Nýggja skúlaárið byrjar nú, og á læruportalinum hjá Norrønu Feløgunum, nordeniskolen.org, bjóða vit í heyst nógv nýtt og spennandi undirvísingartilfar, sum tú og flokkar tínir kunnu brúka í arbeiðinum við grannamálum og norðurlendskum evnum í frálæruni. 

Tú kanst eisini longu nú fara inn á portalin, og leggja til rættis undirvísingina við stuttligum leikum, norðurlendskum bókmentum, filmum, sangum, kappingum, vinarflokka-virksemi og tvørfakligum uppgávum. 

Alt tilfarið og virksemi á undirvísingarportalinum er ókeypis at brúka. Les meira á nordeniskolen.org.


Nýggj tilboð í heyst

Í heyst kunnu tú og flokkur tín gleða tykkum til:

20. september: Norrønt Skúkakjatt
Longu í september fara vit undir nýtt umfar av Norrønum Skúlakjatti. Á hvørjum ár luttaka fleiri túsund fólkaskúlanæmingar úr øllum Norðurlondum í skúlakjattinum, og í ár er kjattið býtt upp í Geo-veiðina klokkan 09:00-11:00 (føroyska tíð) fyri tey yngstu (3.-6. flokk), og Spyrjitíman klokkan 11:00-13:00 (føroyska tíð) fyri tey elstu (7.-10. flokk). Lesið meira um Norrøna Skúlakjattið í okkara næsta tíðindabrævi seinni í august og á nordeniskolen.org!

1. oktober: Nýtt SKAM-undirvísingartilfar
Í samstarvi við pedagogiskar ráðgevar hjá CFU – Center for undervisningsmidler Danmark, kemur Norden i Skolen í oktober við heilt nýggjum undirvísingartilfari frá tí sera væl umtóktu ungdómssendirøðini SKAM. Tilfarið vendir sær til næmingar í 7.-10. flokki. Tað tekur útgangsstøði í fleiri filmskutum úr røðini við tilhoyrandi uppgávum, sum geva næmingunum møguleika fyri at granska evnini og tvístøðurnar, ið koma fyri í SKAM, samstundis sum næmingarnir fáa innlit í, hvat ung í Norðurlondum hava til felags!

1. november: Norden i Skolen fær nýggja heimasíðu
Tað verður nú lættari hjá tær at brúka stóru databasuna hjá nordeniskolen.org við undirvísingartilfari, spølum, filmsportali og vinarflokkavirksemi: Læruportalurin er undir broyting, og fær 1. november nýggja útsjónd, nýggjan bygnað og nýggja leitingarskipan, so tú kanst nágreina, hvat fyri undirvísingartilfar tú leitar eftir. Gleð teg til ein nýggjan og lættari hátt at finna fram til alt undirvísingartilfarið á Norden i Skolen!

1. november: Nú eisini undirvísingartilfar til miðnám
Samstundis kemur Norden i Skolen við nýggjum undirvísingartilfari til miðnám: Frá 1. november kanst tú sum miðnámsskúlalærari frítt brúka okkara undirvísingartilfar til tey norðurlendsku málfakini, søgu og samfelagsfak. Í bólkinum Mál & mentan finnir tú evnið ”Nýggjari norrøn realisma” og í bólkinum Søga & Samfelag finnir tú temapakkarnar «Ríkisfelagsskapurin og vald», «Tá ísurin bráðnar í Arktis » og «Ríkisfelagsskapur ella landnám?», sum øll seta sjóneykuna á tær politisku og søguligu avbjóðingarnar, ið koma við nýggja ikki-koloniseraða havøkinum, tá ísurin bráðnar í Arktis. Lær meira um ríkisfelagsskapin, landnám og politiskar tvístøður í Norðurlondum!

Her kanst tú fara inn á nordeniskolen.org og fáa íblástur til tína undirvísing! 
Fylg okkum á Facebook-síðuni hjá Norden i Skolens