Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

18-12-2020

Vit byrja nýggjað árið við Norðurlendskum Skúlakjatti - á poppkorn-degnum!

Vit byrja nýggjað árið við Norðurlendskum Skúlakjatti - á poppkorn-degnum!

Vit vóna at jólasøtmetið og gløggið gagnaðist, og at tit øll eru til reiðar at bjóða nýggja árinum av. Tí tað eru vit á Norden i skolen, og vit hava fyrireikað eina røð av spennandi tiltøkum til hetta skúlahálvárið.

Fyri at fáa árið gott ígongd, hava vit lagt eitt serligt skúlakjatt til rættis, hesaferð er evnið filmur! Hin 19. januar er altjóða poppkorn-dagurin, og tá brakar í mikroovnum og grýtum kring allan heimin. So poppið poppkorn til heiðurs fyri degnum - kanska til allan flokkin? Sessist í okkara kjattrúmi, og hittið næmingar úr øllum Norðurlondum fyri at práta um film.

Kjattið er í tveimum:

1) Síggið filmin

2) Verið við í kjattinum

So einfalt er tað at luttaka. Vit hava valt nýggja norska stuttfilmin Sparkekoret frá 2020 (longd: 18 minuttir), sum tit skulu hyggja eftir í flokkinum undan kjattinum. 'Sparkekoret' er ein søga um óttan fyri tí fremmanda, fyrigeving og at tora fylgja sínum egnu dreymum. Vit mæla til, at tit hyggja at filminum við norskum undirteksti fyri at fáa bestu málsligu upplivingina, men undirtekstir eru eisini á donskum, svenskum, føroyskum, finskum og íslendskum.

Tað er av týdningi, at tit síggja filmin áðrenn kjattið, fyri at kunna vera við í kjakspurningunum, sum koma fram meðan kjattað verður. Spurningarnir kunnu t.d. vera "kundi filmurin gingið fyri seg uttan fyri Norðurlond?" ella "hvussu verður maskulinitetur vístur í filminum?" Tað er upp til næmingarnar saman at hugsavnast um filmin í kjattinum, men um tú sum lærari vilt fyrireika tínar næmingar, kunnu tit knakast um filmin í flokkinum áðrenn.

 

Hvat? Norðurlendskt skúlakjatt 

Hvør? 4. til 6. flokkur og 7. til 10. flokkur 

Nær? 19. januar kl. 10.00-11.00 & 12.00-13.00 (CET) - t.e. 9.00-10.00 & 11.00-12.00 føroyska tíð

 

Tit kunnu melda tykkum til her

Filmurin finst her

Meira um tað praktiska og um temakjattið her