Filmstilboðið hjá Norden i Skolen

filmbillede.jpg

Nýggi filmspakkin hjá Norden i Skolen er ein perlukransur av meira enn 40 úrvaldum stutt- og heimildarfilmum. Filmarnir eru á málum frá øllum Norðurlondum, og sum nakað heilt nýtt ber til í øllum filmunum at velja undirtekstir á átta ymsum norðurlendskum málum; donskum, norskum, svenskum, finskum, íslendskum, føroyskum, grønlendskum og sámiskum.

 

Allir filmarnir eru partur av spennandi undirvísingartemum, ið eru málrættað til serlig floksstig. Eitt yvirlit yvir undirvísingartema sæst í yvirlitinum her:

 

1.-3. Flokkar

4.-6. Flokkar

7.-10. Flokkar

Miðnám

 

Til hvønn film eru uppgávur, ið knýta seg til ávís undirvísingarevni og venda sær til ymisk floksstig við bæði tekstum, yrkingum og tónleiki. Filmspakkin er sostatt eitt nýtt alternativ til frálæruna í grannamálum:

 

– Filmstilboðið hjá Norden i Skolens gevur lærarum nýggjar møguleikar fyri at arbeiða við norðurlendsku málunum á ein nýggjan og øðrvísi hátt. Samstundis vóna vit, at pakkin er við til at vekja áhugan hjá næmingunum fyri máli og mentan í grannalondum, og fær næmingarnar at kava niður í teir nógvu møguleikarnar og upplivingarnar, ið eru knýtt at størri grannamálsfatan, sigur Thomas Henriksen, sum er verkætlanarleiðari fyri Norden i Skolen.

 

Fyri at fáa atgongd til film, uppgávur v.m. er neyðugt at stovna brúkara á www.nordeniskolen.org