Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Um Mál & Mentan

”Frálæran skal geva næmingunum atgongd til skandinavisku málini og tann norðurlendska mentanarfelagsskapin” (Felags Mál, 2009)

 

Mál í námsætlanini

 

Frálæran í skandinavisku málunum (danskt, norskt og svenskt) og tann norðurlendski mentanarfelagsskapurin hevur eitt heilt serligt pláss í øllum teimum norðurlendsku námsætlanunum. Frálæran skal tryggja, at børn og ung í dag gerast meira tilvitað um og før fyri at gagnnýta teir nógvu møguleikarnar, sum felags norðurlendska samstarvið hevur at bjóða. Men hvussu fara vit til verka við frálæruni?

 

Tilfar og uppgávur undir ’Mál & Mentan’ miða móti júst at styrkja og skapa nýggjar rammur fyri frálæruni í grannamálunum donskum, norskum og svenskum og tí norðurlendska mentanarfelagsskapinum. Tú finnur her fjølbroytt teksta- og filmstilfar við atknýttum uppgavum, eina norðurlendska ljóðorðabók, grannamáldidaktisk spøl og bæði mál- og bókmentasøguligar tíðarlinjur. Tú finnur eisini eitt serstakt flokshøli, har tú kanst koma í samband við vinarflokkar og lata næmingarnar kjatta umvegis video ella skriva við javngomul úr øllum Norðurlondum. 

 

Sjónarhornini til mál- og mentanararbeiðið skal vísa eina heildarkunnandi tilgongd til frálæruna, sum skal gera grannamálsfrálæruna læruríka, innihaldsríka og spennandi. Og lat tað verða sagt beinanvegin: grannamálsfrálæra er annað enn bert tann vanliga, siðbundna grannamálsrálæran.

 

Evnir á donskum, norskum og svenskum

 

Flestu av verkunum undir Mál & Mentan eru samansett í hugkveikjandi høvuðsevnum, ið innihaldsliga geva samanhang tvørtur um málini. Í hvørjum evni er tilfar á bæði skrivaðum og talaðum donskum, norskum og svenskum, eins og tú í fleiri førum kanst finna útgávur á øðrum norðurlendskum málum eisini. Læruportalurin kann á henda hátt við fyrimunum brúkast í ymsum frálærustøðum alt árið, og stuðlar harafturat eini røð av málum í málsætlanini, onnur enn tey, ið viðvíkja grannamálum og norðurlendskari mentanarfatan.

 

Arbeiðsuppgávur til tekstir og film 

 

Til øll verk, sum eru í einum evni, eru gjørdar arbeiðsuppgávur, ið bjóða næmingunum at fara leitingerferð í líkleikum og ymiskleikun í málunum, og til at fara í dýpdina við tí verki, sum tey hava við hondina. Uppgávurnar stuðla ítøkiligum málum í námsætlanunum, ið verða upplýstar til hvørt einstakt verk. (Gevið gætur: Málini í námsætlanunum eru enn ikki liðug fyri Mál & Mentan).

 

Arbeiðsuppgávurnar eru býttar í fýra stig. Tey fýra stigini skapa ein kendan bygnað, og tryggja, at næmingarnir í arbeiðinum við teksti og filmum, ferðast á ymsum stigum.

  

1) Mál- & mentanarfatan

Mál- og mentanarfatan skal gera tað lætt og spennandi at koma í gongd við at fata eitt verk á grannamáli. Her eru uppskot til ítriv, ið bæði hjálpa næmingunum við at skilja tann valda tekstin ella filmin, og í størri mun styrkir uppmerksemi teirra á ymiskleikar og líkheitir millum grannamálini og tær norðurlendsku mentanirnar.

 

2) Inn í tekstin

At koma í gongd við at arbeiða við einum teksti krevur, at hann verður ’latin upp’. Hetta stigið í tekstaviðgerðini hava vit kallað ’Inn í tekstin’. Her arbeiða næmingarnir – hermeneutiskt, tulkingarfrøðiliga – við teirra fatan og hvussu teksturin verður upplivdur.

 

3) Niður í tekstin

Á næsta stigi skulu næmingarnir kanna tekstin nágreiniliga, - hetta kalla vit ’Niður í tekstin’. Her skulu tey niður í bókmentinar og filmmiðilin, og arbeiða við byggisteinum og ávirkanarmegini í tekstunum, - eitt nú persónslýsingar og uppbygging.

 

4) Út úr tekstinum

Seinasta stig kallast ’Út úr tekstinum’. Her skulu næmingarnir grunda um týdningin av tekstinum fyri tey sjálvi og fyri umhvørvið. Tað er eisini á hesum støði, at tekstirnir verða settir í samanhang við tað evni, teir eru settir inní.

 

 

Meira fokus á lurtifatan

 

Norden i Skolen hevur økt fokus á talaða málið og lurtifatanina, sum fyri tey flestu eru tær størstu avbjóðingarnar, tá talan er um samskifti tvørtur um landamørk. Stuttfilmir, tónleikavideo og innlestur av umleið 20 bókmentaligum verkum á donskum, norskum og svenskum tryggja, at næmingarnir hava møguleika fyri at hoyra grannamálini. Sama er galdandi fyri íløgdu ljóðorðabókina, sum, umframt at týða til hini grannamálini, ger tað møguligt at fáa serligu orðini lisin upp.

 

Tann besta málfrálæran hendir við at brúka málið aktivt. Í Norden i Skolen kunnu lærarar finna ein norðurlendskan vinarflokk og seta í verk samstarv, ið kann geva frálæruni eitt heilt annað støði. Í tykisliga flokshølinum hava næmingarnir møguleika fyri at hittast og tosa saman umvegis video ella skriva saman. Gjøgnum veruligt samskifti fáa tey nógvar týdningarmiklar málsligar royndir, sum siðbundna grannamálsfrálæran ikki kann geva teimum. Og tað besta er, at tað er bæði ógvuliga læruríkt, og samstundis spennandi at hitta javngomul frá hinum Norðurlondunum. 

 

Skjót málið í pettir!

 

Tørvar tykkum eina fríløtu, ber til at spæla eina løtu. Undir Mál & Mentan fjalir seg ein røð av serligum lærandi málspølum, sum kunnu vera við til at gera lærutilgongdina virkna, livandi og stuttliga. Til dømis ber til at skjóta málini í pettir í spælinum ’Plaff’ ella skapa tín egna tekst í 'Klippedigtning'.  Tú kanst eisini ferðast í spælinum 'Norden Rundt' og royna tína vitan, meðan tú stríðist móti klokkuni. Í 'Norden Rundt' ber eisini til at bjóða av og spæla móti fleiri øðrum í sama spæli. Til dømis við javngomul í vinarflokkinum – ein góður máti at fara í holt við eitt netborið samstarv.

 

Les meira um Norden i Skolen HER.