Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Barn af Irak

Høvundur: Ala'A Mohsen

Leikstjóri: Ala'A Mohsen

Leikarar: Ala'A Mohsen

Framleiðsluár: 2011

Framleiðari: Christian Vangsgaard

Myndir

barn-af-irak-forside1.jpg

Uppgávur

  • 1Mál- og mentanarfatan

    Í felag:

    • Lýsið uppvøksturin hjá Ala´A sum flóttafólk í Danmark.
    • Hvussu sær hann seg sjálvan - mentanarliga?
    • Á hvørjum øki hevur hann tikið donsku mentanina til sín?
    • Hvørjum kensluligum stríði stendur Ala´a í?
    • Halda tit, at lívið hjá Ala´a vildi verið øðrvísi, um hann var komin sum flóttafólk til Svøríkis ella Noregs?
  • 2Inn í filmin

    Í felag:

    • Ymiskir fólkabólkar eru komnir til Norðurlond síðani 1960'ini. Kannið hvussu innflytingin hevur verið (bæði gestaarbeiðarar og flóttafólk) í Norðurlondum frá 2. heimsbardaga og fram til í dag.
    • Hvørjir fólkabólkar eru komnir nær - og hví?
  • 3Niður í filmin

    Í bólki:

    • Lýsið tey bæði umhvørvini, sum Ala´a er uppvaksin í (Danmark - Irak).
    • Gerið eina persónslýsing av Ala´a.
    • Hvussu taklar hann mentanarligu samleikakreppuna, hann stendur í?
    • Hvat vildu tit gjørt í somu støðu?
  • 4Út úr filminum

    Í felag:

    • Gangið ígjøgnum bólkasvarini í felag.
    • Hvat er tjóðarsamleiki?
    • Hvat vil tað siga at vera dani, føroyingur, svii ella iraki?
    • Hvørjir tættir, halda tit, hava størsta týdning um ein kann kalla seg fyri eitt ella annað? (dani, svii osv.)
    • Sammetið filmin við Svenhammeds journaler.