Half & Half er ein filmur um samleikakvalir hjá ungum í Ríkisfelagsskapinum.
Um leikstjóran
Aká Hansen
Aká Hansen, sum hevur gjørt fleiri filmir í Grønlandi og Danmark, og sum í løtuni tekur filmsútbúgving í Keypmannahavn, hevur almannakunngjørt henda lítla filmin Half & Half. Filmurin vísir hennara persónliga áskoðan á grønlendskan samleika.
Filmurin gongur fyri seg deils í Keypmannahavn og deils í Nuuk. Hvussu sæst um hon er í Keypmannahavn ella í Nuuk?
Hyggið eftir stuttfilminum og leggið til merkis, nær Aka Hansen er í Danmark og nær hon er í Grønlandi.
Farið til 1:07 (ella hygg eftir mynd herundir th.) og hygg at Aka Hansen. Her stendur hon í Danmark og Grønlandi. Hví er húðarlitur hennara ymiskur, halda tit?
Lýsið skiftið millum málini. Hvussu brúkar hon málið í síni framløgu?