Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Jeg er en skandinav

Floksstig: 7.-10. flokkur Lærugrein: Færøyskt Lærumál: Málfatan – skrivt (DK, NO, SV) Høvuðsevni: Norðurlendskur samleiki Evni: Danskt Slag: Tekstur
h._c._andersen_portr_t.jpg

Vi er eet Folk, vi kaldes Skandinaver,

I trende Riger er vor Hjemstavn deelt;

Men mellem Nutids store Himmel-Gaver
Er den: vort Hjerte voxer til et Heelt!
Lad være glemt, hvis os en Uret skete;
Tidsaanden, som en luttret Margarethe,
Forener os, den trefold Kraft forlener,
Selv Sproget os forener.
Paa Fjeld, i Skov og ved det natblaa Hav,
Jeg jubler höit: jeg er en Skandinav!


Kom med paa Dovre-Fjeld, hvor Jöklen ligger,
Hör Fossens Torden, Sæterpigens Sang;
Den friske Sö- og Bjerg-Luft jeg inddrikker,
Jeg gaaer, hvor Nordens Guder gik engang;
Og hvis om Kraftens Mænd jeg hörer heller,
Om Olaf, Hakon, Harald man fortæller;
Til Fjelds! til Fjelds! med stærke Klippeborge
Staaer du, mit gamle Norge,
I Glands af Nordlys, ved et stormfuldt Hav;
Jeg elsker dig! jeg er en Skandinav!


Kom paa den snelle Baad, lad Dampen virke,
See Floder, store Söer er vor Vei!
Seil over Bjerget, hvor de höie Birke
Udaande Duft! O, Sverrig elsker jeg!
Herfra löd Gustav Adolfs Navn paa Jorden,
Han var den sidste Ridder her i Norden.
Lidt Barkbröd, og den svenske Bonde synger,
Ham Nöisomhed forynger,
Han synger Sangene, ham Skjalden gav,
Og vi med ham: Jeg er en Skandinav!

En frisk Bouquet af Klöver, Korn og Humle
Er Danmark! kom og see vor Bögeskov!
Paa Sletten her sig Aandens Sönner tumle,
Det dundrer lystigt under Hestens Hov;
Til Videnskab og Kunst vi snelt udride,
Europa om det lille Land skal vide;
Ved Thorvaldsen dets Navn fra Stenen klinger,
Alt Tycho gav det Vinger;
En Rose Danmark er! syng, Skandinav,
Om Aandens Blomst midt i det barske Hav!


Lad ei den skjönne Enighed forsvinde,
Norsk, Svensk og Dansk hinanden række Haand;
De gamle Folkesange os forbinde,
I Melodien er et kraftigt Baand.
Af Enighedens Sæd kun godt man höster,
Vi skue kjækt mod Vester og mod Öster
I Fryd og Sorg! O, her er godt at være!
Her leve vore Kjære!
Fra Gran og Birk og Bög, vidt over Hav,
Lyd Glædes Sang: jeg er en Skandinav!

Innrita fyri at síggja meira

Høvundur: Hans Christian Andersen

Skrivað ár: 1837

Myndir

skandinav0001t.jpg

Uppgávur

  • 1Mál- og mentanarfatan

    Endamálið er at finna fram til uppfatanina av norðurlendskum samleika hjá H. C. Andersen og samtíð hansara.

    Í felag:

    • Lesið yrkingina hart í flokkinum.
    • Strikið undir tey orðini, tit ikki skilja og teir persónar, tit ikki kenna.
    • Kannið á netinum, hvat orðini merkja.
    • Býtið ørindini millum tykkum og farið í bólkar.

    Í bólki:

    • Lesið ørindið upp fleiri ferðir, so øll hava roynt.
    • Hvat sigur H. C. Andersen um tað at vera skandinavi?
    • Hvørjar útsagnir eru tit samd/ósamd í?
    • Heldur lýsingin hjá H. C. Andersen í dag?
    • Sammetið við yrkjarar frá somu tíð (Tjóðsangirnar í Danmark, Noregi og Svøríki, sum eisini eru at finna undir hesum tema).
    • Gerið eina tekning/málning, ið fangar norðurlendska samleikan.
    • Hvat er ein skandinavi, landafrøðiliga sæð?

    Í felag:

    • Gangið ígjøgnum bólkasvarini í flokkinum.
    • Hvar eru tit samd og hvar eru tit ósamd?
    • Vísið tykkara málning og greiðið frá, hvat er við á myndini!
  • 2Inn í tekstin

    Í bólki:

    • Finnið upplýsingar um rithøvunduin H. C. Andersen og skaldskap hansara.
    • Gerið eina spurnarkapping upp á minst 10 spurningar í Kahoot (https://getkahoot.com)

     Í felag:

    • Spælið ymsu spurnarkappingarnar við fartelefonum, teldlum v.m. (https://kahoot.it)
    • Hvat lærdu tit um H. C. Andersen?
  • 3Niður í tekstin

    Tvey og tvey:

    • Skrivið allar persónarnar niður, sum eru við í yrkingini.
    • Gerið eina persónslýsing av teimum ein og ein.
    • Skrivið øll orðini, ið lýsa umhvørvið í yrkingini.
  • 4Út úr tekstinum

    Tvey og tvey:

    • Gerið ein lista við orðunum, tit halda lýsir Skandinavia.
    • Sammetið við listan, tit gjørdu í "Niður í tekstin".
    • Hvussu eru listarnir ymsir?
    • Hyggið eftir filminum "Det Nordiske Perspektiv" og sammetið áskoðanina mótvegis Norðurlondum hjá H.C. Andersen og Norðurlendska Ráðharraráðnum.