Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Mítt land

Floksstig: 7.-10. flokkur Lærugrein: Færøyskt Lærumál: Norðurlendsk mentanarfatan Høvuðsevni: Norðurlendskur samleiki Slag: Sjónbandalag Evni: Føroyskt

Eg var føddur í hesum landi
her stormarnir herja títt
úr einum reinum og ríkum havi
hevja tindar og fjøll seg frítt
her syngi eg mínar sangir
um nætur í gleði og
um sorgarfullar dagar
hjá okkum og hesari tjóð

Eg vil liva
fyri kærleikan eg fái frá tær
eg vil liva
sum ein spurningur í krevur eitt svar

Eg vaks upp í hesum landi
her tað mangan er kalt og grátt
og prát sum okkum dámar
tað er ongantíð ov smátt
tey sum einki eiga
skulu ikki hava meir
hóast byrðan altíð lætnar
um vit bera hana fleir

Eg vil liva
fyri kærleikan eg fái frá tær
eg vil liva
sum ein spurningur í krevur eitt svar

Eg havi búð í hesum landi
tá tað sprettur á hvørjari ong
og skip leggja tung at landi
eg fagni væl teirra fong
mær kenslur í barminum brenna
Føroyar og fólkið her býr
má frælsi vera tín arvur
ein gáva ómetalig dýr

Eg vil liva
fyri kærleikan eg fái frá tær
eg vil liva
sum ein spurningur ið krevur eitt svar

Innrita fyri at síggja meira

Høvundur: Eyðun Nolsøe

Framleiðsluár: 1992

Myndir

448995973_1280x720.jpg

Uppgávur

  • 1Mál- og mentanarfatan

    Tvey og tvey:

    • Skrivið tekstin út
    • Strikið yvir orðini, tit ikki skilja.
    • Veljið týðandi orð, sum tit sláa upp í orðabók. (Brukið t.d. islex.is)
    • Lurtið eftir sanginum! 
    • Roynið og syngið við, saman við filminum.
    • Hvussu uppliva tit málið, sammett við onnur grannamál, tit kenna?
  • 2Inn í tekstin

    Í felag:

    • Hvussu verða Føroyar lýstar í tekstinum?
  • 3Niður í tekstin

    Tvey og tvey:

    • Sammetið henda sangin við t.d. tjóðsang tykkara. Hvørjir munir og líkleikar eru?

     

  • 4Út úr tekstinum

    Tvey og tvey:

    • Sammetið henda tekstin við føroysku yrkingina hjá Jóannesi Nielsen "Í mínum landi".
    • Hvørjar munir og líkleikar finna tit?
    • Hava yrkjararnir báðir somu áskoðan á Føroyar? Hví/hví ikki?
    • Hugsið um, hvat ger Føroyar og føroyingar til tað tey eru.