Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

SKAM 1: Dine meninger betydde liksom mer enn mine egne

Innrita fyri at síggja meira

Leikstjóri: Julie Andem

Framleiðari: NRK

Framleiðsluár: 2015-17

Tøkk fái: Henrik Ibsens skrifter

Námsfrøðiligir ráðgevar: Trine Ferdinand og Dorte Haraldsted

Uppgávur

  • 1Mál

    Tit kunnu her læra at

    • lesa og týða eina norska samtalu úr SKAM
    • kanna norska hugtakið russebuss
    • sammeta Evu við Noru frá Et dukkehjem (1879)
    • greiða frá hvussu og hví Eva mennist til eitt sjálvsgøðugt menniskja
  • 2Áðrenn

    Í fyrsta kutinum tosa Eva og Isak um hugtakið russebuss. Tað er eitt serligt norskt fyribrigdi, har miðnámsskúlanæmingar í 3.g hátíðarhalda teirra komandi studentsprógv við at ballast í fleiri dagar í einum bussi.

    • Finnið útav meira um russebuss á netinum. Eru líknandi siðir í tykkara landi? Hvørjir líkleikar og munir eru? Og hvat eru fyrimunirnir og vansarnir?
  • 3Meðan

    Uppgávur til 1. filmskut

    Tit skulu finna útav, hvørjar trupulleikar Eva stríðist við. Í fyrsta kutinum brúkar leiksjótin Julie Andem showing. Tað er, tá leikstjórin ikki fortelur, hvussu persónurin er, men vísir tað óbeinleiðis gjøgnum gerðir og útsøgnir hjá persóninum. Tit skulu sostatt koma fram til, hvussu Eva hevur tað, og hvørjar trupulleikar hon hevur, út frá tí, tit síggja og hoyra.

    • Hvussu eru viðurskiftini hjá Evu til gentubólkin? Hvussu sæst hetta? Hvat sigur tað um Evu?
    • Hvussu eru viðurskiftini hjá Evu til Jonas? Hvussu sæst hetta? Hvat sigur tað um Evu?
    • Hvat sigur tað um Evu, at hon lýgur fyri drongi sínum?
    • Hvat sigur tað um Evu, at hon ikki er við í nøkrum russebuss-bólki?

     

    Uppgávur til 2. filmskut

    Í mun til fyrsta kutið, setir Eva nú orð á sínar kenslur. Í fyrsta kuti brúkti leikstjórin showing, har vit kundu eygleiða, hvussu hon hevði tað. Í seinna kutinum brúkar leikstjórin telling, har Eve sigur frá, hvussu hon hevur tað.

    • Les og umset norsku samrøðuna til tykkara egna mál (sí tekstin undir myndbandaavspælaranum til vinstru).
    • Eva elskar framvegis Jonas, men hon ger tað kortini liðugt. Hví er hon noydd at fara frá honum?
    • Skilja tit Evu?
  • 4Eftir

    Kenna tit persónar frá øðrum filmum ella bókum, har líknandi val verður tikið? 

    Nora í sjónleikinum Et dukkehjem (1879) hjá Henrik Ibsen tekur eina líknandi avgerð. Ósjálvstøðuga dukkukonan Nora ásannar eisini, at hon má rýma frá manni sínum, Helmer, fyri at kunna gerast eitt sjálvstøðugt menniskja.

    • Lesið og/ella hyggið at síðsta partinum av sjónleikinum Et dukkehjem (s. 85-93) og finnið líkheitir og munir í grundgevingunum hjá Evu og Noru fyri at rýma. Et dukkehjem á upprunamálinum donskum: Et dukkehjem (pdf)


    Henrik Ibsen tók við Et dukkehjem leiklutin hjá kvinnuni upp til kjaks í bókmentaliga tíðarskeiðinum, kallað Tað modernaða gjøgnumbrotið (1870-1890). Tá vóru rættindi kvinnurnar munandi verri. Nógva staðni høvdu tær tá hvørki atkvøðurætt, ognarrætt, møguleika fyri útbúgving ella myndugleika yvir børnum sínum. Et dukkehjem tók leiklutin og støðuna hjá kvinnuni í hjúnarlagnum upp til kjaks, og var ein avgerandi tekstur í mun til tað, at kunna síggja kvinnur og menn sum javnbjóðis menniskjuEt dukkehjem er framvegis kent um allan heim, sum ein ikoniskur norðurlendskur tekstur um kvinnufrælsi.

    • Er innara stríðið hjá Evu fyri at gerast eitt sjálvsgøðugt menniskja við egnum meiningum og trúnna á egið virði viðkomandi fyri ung í tínum landi í dag? Kenna tit tað frá tykkara egna lívi? Er tað eins viðkomandi fyri dreingir sum gentur? Er tað eins viðkomandi fyri ung í øðrum heimspørtum?

    • Er stríðið hjá Noru í Et dukkehjem ímóti at verða viðgjørd sum ein pen dukka av manni og pápa sínum framvegis viðkomandi fyri ung í dag? 


    Í klippunum fáa vit ikki nakað at vita um, hví Eva hevur ment seg og at enda kann seta orð á tað, hon følir. Tit skulu koma við einum boði um, hvat orsøkin kann vera til hesa broyting.

    • Gerið felags hugarák um, hví Eva hevur ment seg til eitt sjálvsgøðugt menniskja.

    • Skrivið leikrit til eina senu, sum tit halda hevur verið avgerandi fyri, at Eva mennir seg og fær styrkt sjálválit. Onkur tykkara hevur kanska sæð alt umfarið av SKAM og minnist onkra hending. Vísið fyri flokkinum, og grundgevið fyri tykkara valum.