Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

SKAM 2: Et dukkehjem

Innrita fyri at síggja meira

Leikstjóri: Julie Andem

Framleiðari: NRK

Framleiðsluár: 2015-17

Tøkk fái: Henrik Ibsens skrifter

Námsfrøðiligir ráðgevar: Trine Ferdinand og Dorte Haraldsted

Uppgávur

  • 1Mál

    Tit kunnu læra at

    • grunda yvir týdningin av tilsipingunum til Et dukkehjem í SKAM, sammeta áskoðanina til kvinnur (og menn) í  Et dukkehjem og SKAM
    • týða eitt brot í  Et dukkehjem til tykkara egna mál, og framføra tað sum leik
    • hoyra og skilja munligt norsk mál í SKAM
    • skapa ein lutaleik ella stuttfilm um nútíðar vandamál viðvíkjandi kynsleiklutum við tilsipingum til Et dukkehjem
  • 2Áðrenn
    • Hvørjar hugsamanrenningar fáa tit, tá tit hoyra orðið "dukka"? Gerið eitt felags hugarák um hjátýdningarnar av orðinum, og finnið útav hvønn týdning tey hava í orðabók.
    • Hvat halda tit, ein tekstur við heitinum Eitt dukkuheim snýr seg um?
    • Hvørjar hugsamanrenningar fáa tit, tá tit hoyra orðið “trofæ”? Gerið eitt felags hugarák um hjátýdningarnar av orðinum, og finnið útav hvønn týdning tey hava í orðabók.

    Áðrenn tit skulu lesa brotið úr síðsta parti av Et dukkehjem (pdf), skulu tit hava nakað av bakgrundsvitan um tekstin, og fáa ein stuttan samandrátt av leikinum.

     

    Um Et dukkehjem

    Et dukkehjem er leikur, skrivaður av norska leikskaldinum Henrik Ibsen, ið skrivaði leikin á donskum í 1879. Sama ár varð leikurin framførdur fyrstu ferð á Det Kongelige Teater í Keypmannahavn. Næstu tveir mánaðirnar varð leikurin eisini spældur á øllum høvuðspallum í teimum skandinavisku londunum. Et dukkehjem verður framvegis leiktur, og er kendur um allan heim sum ein ikoniskur norðurlendskur tekstur um frælsisstríð kvinnurnar og kynsleiklutirnar í hjúnabandinum.

    Henrik Ibsens setti við Et dukkehjem leiklutin hjá kvinnunum til kjaks í bókmentasøguligu tíðini, ið verður kallað Modernaða gjøgnumbrotið frá 1870 til 1890. Tá vóru nakrir fastlæstir kynsleiklutir fyri bæði kvinnur og menn. Gentur vórðu aldar upp til eitt lív sum konur og mammur, har eginleikar sum reinleiki, undirbrotligheit og lítillætni vórðu virðismettir. Tær skuldu vera penar, stillar og ósjálvstøðugar "dukkur", sum maðurin skuldi forsyrgja.

    Um hesa tíð høvdu kvinnur ikki atkvøðurætt, ógvuliga vánaligar møguleikar fyri at fáa eina útbúgving og ongan myndugleika yvir egnu børn síni, um tær vildu skiljast. Et dukkehjem tók leiklutin hjá kvinnunum og teirra støðu í hjúnabandinum til kjaks, og var ein avgerandi tekstur í mun til menningina fram móti at síggja kvinnur og menn sum javnmettir skapningar. Ógvusligt kjak um kyn og moral, kallað siðalagsstríðið, herjaði í 1880'unum í øllum skandinavisku londunum. Et dukkehjem hjá Henrik Ibsen er eitt íkast til hetta kjak. Kjakið um viðurskiftini millum kyn hevur bylgjað aftur og fram síðan tá. Í 1960-70 stríddist reyðsokkarørslan m.a. móti at kvinnur framvegis vórðu sæddar sum (seksuell) objekt. Hetta kjakið verður eisini tikið upp í SKAM.

     

    Samandráttur av Et dukkehjem

    Nora er høvuðsleikluturin í leikinum Et dukkehjem. Eftir øllum at døma livir Nora í einum eydnusamum hjúnalagi við manni sínum, Helmer, og teirra trimum børnum. Av kærleika til mann sín, Helmer, hevur Nora falsað eitt skuldarprógv, tí tey einaferð vantaðu pengar, tá hann lá sjúkur. Ein maður (Krogstad), ið hevur mist starv sítt í bankanum, har Helmer starvast, hóttir Noru við at avdúka hetta. Tá Helmer hoyrir, at Nora hevur falsað eitt skuldarprógv í hansara navni, gerst hann í øðini og ætlar at ómynduggera hana, men hann sissast, og sigur við Noru, at hann vil fyrigeva henni. Men Nora hevur sæð sanna andlitið á manni sínum, og kann ikki fyrigeva mátan, sum hann uppførdi seg. Hon gjørdi tað jú av kærleika til hansara. Hetta skilir Helmer ikki. Hann er einans upptikin av sínum egna missi í tign, um tað verður avdúkað. Nora sær nú eisini klárt, hvussu hann higartil hevur fatað hana sum kvinnu og konu, og tað vil hon ikki liva víðari við.

     

    Tilsipingar í SKAM

    Tilsipingarnar eru beinleiðis í kærleiksviðurskiftunum millum Nooru og William, t.d. navnalíkleikin Nora/Noora, ella at enda í øðrum umfari, tá tey lesa í Et dukkehjem saman. Her koma tit í fyrstu atløgu til at arbeiða við tilsipingunum í mun til viðurskiftini til Nooru og William.

    Í kærleiksviðurskiftunum millum Evu og Jonas er tilsipingin til Et dukkehjem meira óbeinleiðis í mun til evnið. Í fyrsta umfari í SKAM má Eva fara frá Jonas fyri at gerast sjálvstøðugt individ við egnum meiningum, eins og Nora fer frá Helmer í Et dukkehjem. Tað kunnu tit arbeiða við í “Dine meninger betydde liksom mer enn mine egne”

  • 3Meðan

    Uppgávur Et dukkehjem

    Tit skulu nú lesa seinasta part av Et dukkehjem frá s. 85-93. Tit kunnu t.d. eisini síggja tað sum sjónvarpsleik. Tit finna leikin á Youtube, t.d. við at leita eftir “5 x Et dukkehjem”. Í filminum er kut úr sjónvarpsleikinum á øllum norðurlendsku málunum. Tá tit hava lisið úrdráttin, skulu tit svara spurningunum herundir í smærri bólkum, og kjakast um tað aftaná í flokkinum. Tit skulu finna sitat í tekstinum, ið byggja undir tykkara svar. 

    • Hvussu hevur Nora fatað teirra samtalur í hjúnalagnum higartil?
    • Hví heldur Nora ikki, at Helmer hevur elskað hana?
    • Hvat meinar Nora við, at hon “kom í húsið” hjá Helmer?
    • Hvat meinar Nora við, at hon hevur livað “sum eitt fátækt menniskja”, og at Helmer og pápi hennara hava gjørt eina “stóra synd” móti henni?
    • Hvat meinar Nora við, at hon hevur verið “eitt dukkubarn” og “ein dukkukona”, og at børnini hava verið hennara “dukkur”?
    • Hvat meinar nora við “eg eri fyrst av øllum eitt menniskja” í mun til tað at vera mamma og kona? Hvat halda tit um tað?
    • Hvat mundu fólk frá samtíðini, tá leikurin gongur fyri seg, hugsa um, at ein kvinna sum Nora rýmdi frá børnum sínum fyri at finna seg sjálva? Hvat hugsa tit?
    • Hvussu uppfatar Helmer leiklutin hjá Noru sum kvinna í hjúnalagnum?
    • Hvussu fatar Nora sín leiklut?
    • Hví rýmir Nora frá Helmer?

    Finnið eitt stutt brot í Et dukkehjem, sum tit halda er serliga áhugavert. Týðið tað til tykkara egna mál og framførið brotið sum útvarpsleik fyri flokkinum. Grundgevið fyri, hví tit hava valt hetta petti.

     

    Uppgávur til 1. klipp

    undefined

    Vilde hevur verið í song við William, sum henni dámar sera væl, og hevur síðan fingið eina troyggju frá honum við áskriftini “The Penetrators” og nøvnunum á øllum í bólkinum við navninum hjá William framdrigið. Noora sigur Vilde frá, at hon fer at vera fatað sum steyp (trofæ) hjá William, um hon gongur í troyggjuni. Í kutinum fer Vilde andlit til andlits til William, og gevur honum troyggjuna aftur. 

    • Hvat sigur tað um áskoðan Williams til kvinnur, at hann gevur gentunum, hann hevur verið saman við, eina slíka troyggju?
    • Hvat sigur tað um kvinnuáskoðanina hjá William, at hann sigur við Vilde, at hon ikki er nóg vøkur til at gerast hansara steyp (trofæ)?
    • Hví vil Vilde ikki longur vera steyp hjá William?
    • Hvat sigur tað um hennara fatan av sær sjálvari?
    • Lýs munin millum millum Vilde og Nooru viðvíkjandi sjálvsfatan, verumáta og kvinnuáskoðan
    • Hvat fortelur tað, Noora sigur við William, um hennara egna persón?
    • Hvat halda tit, William hugsar um Nooru aftaná?

     

    Sammeting 

    • Hvat er munurin og líkleikin millum orðini “dukka” og “trofæ”? Ger t.d. eina vina-yvirlitsmynd fyri at vísa munir og líkheitir.
    • Hvat eru munirnir og líkleikarnir millum hvussu William og Helmer uppfata kvinnur?

     

    Uppgávur til 2. klipp

    Eva og Noora sita saman í skúlagarðinum, tá William kemur yvir og setir seg undir liðini á Nooru. Noora kallar hann fyri “Wilhelm”, ið er ein tilsiping til “Helmer” í Et dukkehjem. 

    • Hvat sigur tað um Nooru, at hon kallar William fyri Wilhelm?
    • Hvat meinar Noora við, at hon kallaði hann Wilhelm fyri at brúka ein "valdsharrateknik" mótvegis William?

    Sammeting

    • Hvat hava Helmer og William til felags?

     

    Uppgávur til 3. klipp

    Loksins eru Noora og William vorðin unnustur, og tey hava tað gott saman, men William er í vanda fyri at koma í fongsul fyri at hava sligið ein drong niður við eini fløsku. Noora roynir at yvirtala hann at lúgva í rættinum.

    • Hví ger hon tað?
    • Hvat sigur tað um Nooru?
    • Hví vil William lesa bókina Et dukkehjem saman við Nooru?
    • Hvat sigur tað um William?
    • Hvat sigur tað um William og Nooru, at tey bæði eftir øllum at døma kenna søguna í Et dukkehjem?

     

    Í fyrsta klippi hevur Noora litað varrarnar blóðreyðar. Í hesum klippinum eru teir ljósareyðir.

    • Hvat kann varraliturin ímynda, og hví er liturin nú ein annar?

     

    Sammeting

    Í Et dukkehjem falsaði Nora undirskriftina hjá manninum á einum láni í bankanum, so tey fingu pengar, tá hann lá sjúkur. Hon gjørdi tað av kærleika til hansara.

    • Hvussu minna hesar báðar støðurnar um hvørja aðra?
    • Hvussu skilja tær seg frá hvørji aðrari?
    • Kann tað í ávísum førum rættvísgerast at lúgva fyri at hjálpa tí ein elskar?
    • Hvat sigur tað um William og hansara menning sum persónur, at hann vísir tí aftur?
    • Hví heldur tú, at leikritahøvundurin Julie Andem hevur valt at Noora skal eita tað sama sum Nora í Et dukkehjem?
    • Hví heldur tú, at hon hevur valt at stava Noora við tveimum o'um?
  • 4Eftir
    • Hvønn týdning hevur tað havt fyri tykkum at skilja SKAM, at tit nú eisini hava kunnleika til Et dukkehjem?
    • Hvat hevði tað at týða fyri tykkum at kenna meira til Et dukkehjem innan tit sóu klippini frá SKAM?
    • Kjakist um hvørt kynsvandamálini í Et dukkehjem og SKAM-klippunum hava týdning í dag?

     

    Veljið millum eina av uppgávunum herundir 

    1. Tit kunnu gera ein stuttfilm, ið er ein moderna umskriving av temanum í Et dukkehjem, altso ein frítt tulkandi umskriving, har tit taka útgangsstøði í nútíðar spurdómum millum kynini í dag. Tit kunnu fáa íblástur frá øðrum líknandi stuttfilmum. Leitið á Google eftir “Et dukkehjem parafrase” ella “Nora a shotfilm”
    2. Tit kunnu gera ein lutaleik (rolluspæl), har tit taka útgangsstøði í nútíðar spurdómum millum kynini í dag, ið hava tilsipingar til okkurt í Et dukkehjem. 
    • Gerið eitt hugarák yvir hvørjar spurdómar millum kynini, tit halda hava týdning í dag?
    • Skrivið eitt leikrit til tykkara lutaleik ella stuttfilm
    • Venjið ella takið upp og redigerið
    • Vísið fyri flokkinum