{{learningObjectiv.description}}
{{assignment.Comment}}
Tit kunnu læra at
Sí myndina av grundlóg Noregs til høgru her á síðuni.
Fakta: Í 400 ár vóru Noreg og Danmark ein partur av sama ríkisfelagsskapi, og tey vórðu kallað tvíburðaríkini. Ikki fyrr enn í 1814 gjørdist Noreg eitt sjálvstøðugt land, og fekk sína egnu frælsu grundlóg. Tað verður hátíðarhildið 17. mai, sum er grundlógardagur og tjóðardagur í Noregi, tá øll hava frí. Norðmenn lata seg í tjóðbúna og hátíðarhalda tjóðardagin við skrúðgongum, ísi og pylsum. Norðmenn uttanlands savnast eisini fyri at vera saman á degnum, t.d. á Skansen í Stockholm og við skrúðgongu í Keypmannahavn.
Norska grundlógin er skrivað á donskum, sum var skriftmálið í Noregi í 1814. Gjøgnum árini er grundlógin endurskoðað, men málið er hildið á 1800-tals donskum. Tað er ógvuliga óvanligt, at ein grundlóg ikki er skrivað á almenna málinum hjá landinum, men tað skyldast kanska, at norðmenn móti endanum av 1800-talinum fekk tvey skriftmál, bókmál og nýnorskt.
Uppgávur til filmskutið
Uppgávur til røðuna sum tekstur
Svarið nú hesum spurningum
Eins og tað kemur fram í røðuni, so er tað upp til tey ungu at gera av, hvørji virði skulu vera galdandi í framtíðini.