Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

SKAM 5: Uten mitt samtykke

Innrita fyri at síggja meira

Leikstjóri: Julie Andem

Framleiðari: NRK

Framleiðsluár: 2015-17

Námsfrøðiligir ráðgevar: Trine Ferdinand og Dorte Haraldsted

Myndir

nora.jpg politi.jpg

Uppgávur

  • 1Mál

    Tit kunnu læra at...

    • umseta eina norska samtalu til egið mál og sammeta stavingarhættir
    • gerast tilvitað um egin mørk og mørkini hjá øðrum viðvíkjandi deiling av myndum
    • kjakast um deiling av myndum á sosialum miðlum
  • 2Áðrenn

    Fleiri ung uppliva, at onnur taka myndir av teimum, og leggja tær út, ella hótta við at leggja tær út uttan samtykki. Summi deila myndir á sosialum miðlum til stuttleikar og fyri at fáa likes, meðan onnur gera tað fyri at happa ella hótta. Tað kallast hevndarporno og er revsivert.

    • Kjakist, nær deiling av myndum er harmleyst
    • Kjakist, nær myndir kunnu útseta, misnýta ella særa ein persón.
    • Tað er ólógligt at deila intimar myndir av øðrum. Nær heldur tú, at talan er um intimar støður?

    Ein morgun vaknar Noora nakin í somu song sum Niko, ið er stóribeiggi unnusta hennara, William. Hon hevur havt eitt blackout, minnist einki, og skundar sær smoykin heim. Hon er í iva um tey hava havt sex, og tí skrivar hon til Niko og spyr, hvat ið er hent. Fyrst svarar hann, at hon ikki skal hugsa um tað, men hann skiftir meining og sendi henni eini ótespilig boð við eini nakinmynd, sum hann hevur tikið, meðan hon svav.

     

    Boð Nikos til Nooru:

    Nei forresten! Kødda!

    Fant nettopp dette bildet

    på mobilen nå, og da

    husker jeg ALT. Du var jo

    skikkelig kåt og drøy.

    Haha! oppførte deg som en liten hore.

     

     undefined

     

    • Hvat er ætlan Nikos við boðunum?
    • Eru boðini harmleys ella særandi og hví?
  • 3Meðan
    • Noora virkar varin og sárbær í byrjanini. Hvat fær hana til at broyta hugburð?
    • “Det er ganske ballsy å være frekk mot en som sitter på nakenbilder av deg” sigur Niko. Hvat fortelur tað um ætlanirnar hjá Niko?
    • Niko virkar yvirlegin og róligur í byrjanini. Hvat fær hann til at broyta hugburð?
    • Lýs, hvussu Noora fær kontroll á støðuni

    Vinkonurnar hjá Nooru vita, at hon skal hitta Niko, og tær stuðla henni við ótolnum boðum á teirra felags messengerbólki “Gjengen allianse”. 

     undefined

    • Umset samskiftið. Hvussu er norski stavingarhátturin øðrvísi enn títt egna mál? (brúka talvuna í læraravegleiðingini)
    • Málið í tráðnum liggur nær talumálinum. Greið frá hví.
    • Hvussu stuðla vinkonurnar Nooru í tráðnum?
    • Hví kann hon ikki vera einsamøll eftir at hava hitt Niko?
    • Hví er tað eitt gott hugskot fyri genturnar at hittast?

     

  • 4Eftir

    Í filmskutinum gevur Noora nærum undirvísing í norskum revsirætti eftir at hon hevur fingið hóttanir um, at nakinmyndir av henni verða deildar. Norska løgreglan var skjót at reagera. Stutt eftir web-sendingina legði løgreglan hetta út á Facebook:

    undefined 

    • Hvat heldur tú um mátan, sum løgreglan kunnar um greinirnar í revsilógini á Facebook? 

    Meðan tit hava arbeitt við hesum tilfarinum, hava tit helst innsæð, at tað kunnu vera stórir munir á, hvussu tit síggja upp á tað at deila myndir. Tí er tað eitt gott hugskot, at tú greitt og týðuliga fortelur vinum tínum nær tú heldur tað vera OK at deila myndir, og næt tað ikki er. 

    • Ger ein lista yvir støður har tú ikki ynskir, at onnur filma ella fotografera teg. Um tú hevur hug, kanst tú deila listan á Facebook ella Instagram.
    • Greið vinum tínum frá hvørji sløg av myndum av tær, vinir tínir kunnu ella ikki kunnu deila á sosialu miðlunum.

    Norska sendirøðin SKAM hevur verið við til at taka hevndarporno upp til kjaks, bæði millum ung, á sosialum miðlum og í bløðum. Hvat heldur tú sjálv/ur um hevndarporno og deiling av myndum uttan samtykki? 

    • Skriva eina stutta meining um hevndarporno, har tú greiðir frá tvístøðum og kunnleika og annars grundgevir fyri tínum egnu meiningum.