Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

SKAM 6: Jeg er ikke sånn homohomo

Innrita fyri at síggja meira

Leikstjóri: Julie Andem

Framleiðari: NRK

Framleiðsluár: 2015-17

Námsfrøðiligir ráðgevar: Trine Ferdinand og Dorte Haraldsted

Uppgávur

  • 1Mál

    Tit kunnu læra at

    • lesa og umseta norska samtalu frá Skam
    • kanna meira um tiltakið Gay Pride 
    • skilja broytingina hjá Isak
    • kjakast um hugburðir mótvegis samkyndum
  • 2Áðrenn

    Isak og Even tosa í einum kuti um Gay Pride, ið er ein hending, sum verður fyriskipað á hvørjum ári í Noregi og fleiri øðrum Norðurlondum.

    • Finn út av meira á netinum um Gay Pride í tínum landi. Hví og nær verður Pride hildið? Hvat verður hátíðarhildið á Pride? Hví verður tað hildið? Nær var fyrsta pridin í tínum landi? 
  • 3Meðan

    Uppgávur til 1. filmskut

    • Hygg at filmskutinum nakrar ferðir.
    • Yvirset samtaluna til tykkara egna mál. 
    • Ger ein orðalista yvir tey norsku orðini, ið eru neyðug fyri at skilja tekstin. Tú kanst brúka Google Translate.
    • Hvat er tað fyri ein “homo-pakki”, Isak ikki vil verða settur í samband við? 
    • Hví heldur Eskild ikki, at Isak kann loyva sær at hevja seg upp um eitt ávíst slag av samkyndum?
    • Hvat meinar Eskild við, at tað krevur eitt serligt slag av dirvi at vera samkyndur upp á tann mátan?
    • Hví hevur Eskild til endans ikki hug at tosa meira við Isak?
    • Hava tit fyrr hoyrt um tær ymsu fatanirnar, sum Isak og Eskil hava til samkynd?
    • Hvat er tykkara egni hugburður til evnið?


    Uppgávur til 2. filmskut

    • Hyggið at filmskutinum nakrar ferðir.
    • Hví halda tit, at Isak hevur trupulleikar við at sova?
    • Hví vil skúlalæknin ikki geva Isak sovitablettir?
    • Yvirsetið tekst-samtaluna til tykkara egna mál. 
    • Gerið ein orðalista yvir tey norsku orðini, ið eru neyðug fyri at skilja tekstin. 
    • Hvat man skúlalæknin meina við, at “kvart et menneske er en øy”? Kunnu tit kanska finna meira um týdning og tilsipingar til sitatið á netinum?
    • Hví velur Isak at tosa við Jonas?
    • Hvussu reagerar Jonas, tá Isak fortelur honum, at honum dámar ein drong?
    • Hvussu halda tit, at Isak hevur tað við mátan, sum Jonas reagerar?
    • Er reaksjónin hjá Jonas realistisk? 
    • Hvussu høvdu tit reagera, um ein vinur segði, at hann var samkyndur?


    Uppgávur til tekst-samtalu

    • Les og yvirset samtaluna til tykkara egna mál.
    • Framførið dialogin sum útvarpsleik fyri hinum. Tit kunnu velja at gera tað á norskum ella á tykkara egna máli.
    • Hvussu fer Isak at liva lív sítt nú?
    • Hvussu livdi hann lív sítt áðrenn?
  • 4Eftir
    • Kenna tit aðrar filmir ella bøkur, har høvuðspersónurin stríðist við at viðurkenna sín samkyndleika? Hvussu handfara persónarnir teirra samkyndleika í mun til Isak?
    • Er innara stríðið hjá Isak fyri at viðurkenna sín samkyndleika ein verulig vandamálsstøða hjá ungum í tykkara landi? Hvørjar hugburðir kenna tit til samkynd? Hvat vita tit um støðuna hjá samkyndum í øðrum pørtum av heiminum? Er innara stríð hjá Isak eins viðkomandi fyri fólk í øðrum londum?

    Í filmskutinum fáa vit ikki nógv at vita um, hví Isak hevur so trupult við at viðurkenna sín egna seksualitet.

    • Tosið saman um orsøkirnar til, at tað kann vera trupult at viðurkenna fyri sær sjálvum, at ein er samkynd/ur.