Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Akvarium

Floksstig: 7.-10. flokkur Lærugrein: Færøyskt Lærumál: Málfatan – tala (DK, NO, SV) Høvuðsevni: Vinalag Evni: Danskt Slag: Video

Høvundur: Lasse Volfing Jacobsen

Leikstjóri: Lars Drost Hundebøll

Leikarar: Einar Gensø, Morten Rose

Framleiðsluár: 2012

Framleiðari: Lasse Volfing Jacobsen

Uppgávur

  • 1Mál- og mentanarfatan

    Endamálið er at økja uppmerksemið fyri danska talumálinum. Tað er ikki so nógv tala í filminum, so far í dýbdina við tí, ið verður sagt og lurta væl eftir danska talumálinum.

    Í bólki:

     Hyggið at filminum og lurtið eftir málinum.
    •    Lurtið eftir danska mállagnum og vitið um tit hoyra danska stoytin - roynið at herma eftir lagi og stoyti.
    •    Hvørji donsk orð og ljóð, halda tit eru serliga áhugaverd/ trupul/ løgin?
    •    Roynið at siga ljóðini og tosið um hví tey eru áhugaverd/ trupul/ løgin - hvar liggja tey í munninum í mun til tykkara egna mál?
    •    Hyggið eftir filminum aftur og støðgi á, tá brúk er fyri tí fyri at kjakast um hesar spurningar.  
       
    •    Hvussu ljóða hjáljóðini d og g - finnið dømir í tekstinum við d og g og royni at herma eftir danska framburðinum.
    •    Finnið dømir um sagnorð og navnorð í taluni í filminum og lurtið eftir, hvussu endingarnar verða frambornar.

  • 2Inn í filmin

    Tvey og tvey:

    • Hvat hava vinir at týða fyri teg?
    • Hvussu heldur tú, at tað vildi verið als ikki at havt vinir?
    • Heldur tú, at tað er møguligt at vera vinur við eitt dýr?
    • Kunnu tað vera fyrimunir við at vera vinur við eitt dýr í staðin fyri eitt menniskja? Hvørjir?
    • Skrivið fimm orð, ið lýsa tykkara kenslur, tá tit síggja filmin.
    • Sammetið tykkara fimm orð við tey fimm orðini hjá hinum. Eru tey eins? Hví? Hví ikki?
  • 3Niður í filmin

    Einsamallur/-møll:


    Fiskibloggurin

    • Ímynda tær, at tú ert Frederik, maðurin frá Akvariuhandlinum. Skriva ein blogg um dagsins vitjan heima hjá Sten. 
    • Ímynda tær, at tú ert ein barnabókarithøvundur, og skal skriva eitt ævintýr um Sten. Áðrenn tú fert í gongd, er tað kanska eitt hugskot at hugsa um hesar spurningar:

    1. Hvussu er eitt ævintýr bygt upp?

    2. Skal títt ævintýr hava ein boðskap?

    3. Heldur tú, at títt ævintýr skal hava ein moral?

    4. Hvussu kann Sten lýsast, hansara heim, hansara lív, fyri einum barni?

     

     

  • 4Út úr filminum

    Tvey og tvey:

     

    Tað sær úr til at Sten livir eitt innistongt og einsamalt lív.

    • Hvussu halda tit, at lívið hjá Sten sær út eitt ár eftir at filmurin endar (skrivið í 3 min.).
    • Lesið tykkara lýsing upp fyri hvør øðrum.
    • Eru tykkara lýsingar ymiskar? Hví og hvussu?

    Fleiri royndir vísa, at dýr kunnu bøta um hvussu fólk hava tað. Stundum verða hundar og hestar brúktir í viðgerðum, og á fleiri røktarheimum eru kettur og hundar, sum tey gomlu kunnu ansa eftir.

    • Leitið á internetinum eftir greinum, ið lýsa hvussu dýr kunnu brúkast til at fólk fáa tað betri.
    • Veljið eina grein, sum tit halda vera áhugaverda.
    • Skrivið eina stutta endurgeving av greinini.
    • Setið tykkum saman við hinum í flokkinum og forteljið um tykkara grein.


    Einsamøll:

    • Út frá tí tit hava lisið í greinunum, skalt tú skriva ein grundgevandi tekst.

    1. Skriva ein fyri-og-ímóti-lista yvir, hvat er gott og hvat er minni gott við at hava dýr sum vinir.

    2. Vel síðan um tú vilt vera fyri ella ímóti.

    3. Skriva eitt lesarabræv, har tú grundgevur fyri tíni søk.